22.12.2015
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Studningur til master- og ph.d-lestur í USA

Føroysk lesandi kunnu søkja um styrk úr Danmark-Amerika Fondet & Fulbright Kommissionen til lestur í USA.


Danmark-Amerika Fondet & Fulbright Kommissionen bjóða aftur í ár størsta úrvalið av legatum til lesandi, ið eru danskir ríkisborgarar, sum ætla sær til USA at lesa.

Legatini, ið verða lutað út, eru frá 50.000 kr. til eina lestrarhálvu upp til 150.000 kr. til eitt heilt akademisk ár. Hvørt ár tillutar Danmark-Amerika Fondet serstøk ”fyrtårnslegat” á upp til 200.000 kr. til serliga hegnig lesandi.
 
Vanligu legatini frá Danmark-Amerika Fondet & Fulbright Kommissionen:
 
Legatir frá DAF & Fulbright eru til lestur í USA
-    Á master- (kandidat) ella ph.d.-støði, sum enn ikki er byrjaður í USA
-    Lestrarhálvan skal í minsta lagi vara í 3-6 mánaðir
-    Til lesandi sum eru danskir ríkisborgarar ELLA dansk/amerikanskir ríkisborgarar (fyri at fáa Fulbright skal tann lesandi vera danskur ríkisborgari)
 
Legatini er á DKK 50.000 til eina hálvu og DKK 85.000 (Fulbright)/DKK 150.000 (DAF) til eitt heilt akademiskt ár.
 
"Virksomhedslegaterne" eru til lestur í USA
-    Á master- (kandidat) ella ph.d.-støði, ið enn ikki er byrjaður í USA
-    Sum varar eitt akademiskt ár (8-10 mánaðir)
-    Til lesandi sum eru danskir ríkisborgarar ELLA dansk/amerikanskir ríkisborgarar.
 
Legatini eru á DKK 150.000
 
Umsóknarfreistin til øll legatini til lestur í akademiska árinum 2016/2017 er tann 2. mars 2016 kl. 12.
Tú kanst lesa meira um legatini og hvørji krøv mann skal lúka á heimasíðuni.

Umsóknarblaðið finnur tú her.

Tey eru eisini at finna á Facebook.

Um tú hevur spurningar um legatini kanst tú seta teg í samband við: 
 
Denmark-America Foundation & Fulbright Commission
Nørregade 7A, 1.tv.
1165 Copenhagen K
Tel.: (+45) 35324545

ella á telduposti

advising(at)daf-fulb.dk