Stuðul frá NORA
13.01.2012
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Stuðul frá NORA

Norðurlendskt skeið í Geographical Information System (GIS).



SSD og Granskingardepilin hava saman fingið stuðul frá NORA (www.nora.fo) til at gjøgnumføra eitt skeið í Geographical Information System (GIS). Talan er um skeið, sum er partur av norðurlendskari granskingarverkætlan innan geografiskan mobilitet, hetta við luttøku av bæði universitetum og vinnulívi. Føroyskir partnarar í verkætlanini eru fyriuttan SSD, Granskingardepilin (www.socdev.fo), Munin (www.munin.fo) og Umhvørvisstovan (www.us.fo).
 
GIS er ein nýggjari og sera framkomin skipan til at avlesa, viðgera og visualisera data. Við at brúka hesa skipan, er møguligt at fáa fram higartil ókendar geografiskar samanhangir og harvið skapa nýggja vitan. Eisini er skipanin eitt effektivt tól til at framleiða kort, diagram, tabellir v.m., og harvið at formidla geografiskar samanhangir uppá nýggjan máta. Hendan skipanin er tí eitt effektivt tól til at loysa konkretar trupulleikar og harvið skapa betri avgerðir í vinnuni. Er áhugi fyri skeiðnum, kunnu onnur møguliga sleppa við.
 
Nærri upplýsingar um skeiðið og verkætlanina annars kann fáast við at venda sær til Gestur Hovgaard, lektara (gesturh(at)setur.fo) ella til Karin J. Knudsen, granskara (karinj(at)setur.fo).