University of Iceland.jpg
(Foto: study.iceland.is)
12.10.2021
Setrið
Skriva út

Stuðul til at lesa íslendskt sum annaðmál

Íslendska Útbúgvingarmálaráðið lutar á hvørjum ári út fíggjarligan lestrarstuðul til útlendsk lesandi, sum vilja lesa íslendskt sum annaðmál á bacherlorstigi á universitetinum í Reykjavík

Føroysk lesandi, sum hava tikið eitt ár á universitetsstigi, og sum hava kunnleika til íslendskt mál samsvarandi treytunum fyri at lesa íslendskt í Íslandi sum annaðmál, kunnu søkja um fíggjarligan lestrarstudning fyri tíðarskeiðið 1. september 2022 til mai 2023.

Hesin fíggjarstyrkurin verður umsitin av Árna Magnússon Institute for Icelandic Studies og verður fyri tað mesta latin lesandi, sum eru yngri enn 35 ár.

Søkjast skal á serligum umsóknarblaði, sum fæst her.

Umsóknarfreist er 1. desember.

Styrkurin, sum verður útgoldin fyrst í hvørjum mánaði, røkkur til innskriving á universitetið í Reykjavík, umframt vistar- og kostarhald.

Ein, sum fær studning, kann søkja aftur tvær ferðir, so møguleiki er at fáa hendan lestrarstuðulin tríggjar ferðir tilsamans.

Tey, ið fáa styrk, hava møguleika at leiga kamar á Gamla Garði, ið er studentabýli í Reykjavík.