Stuðul til verkætlanir í Norðuratlantshavi
Nú stundar til umsóknarfreistina at søkja um stuðul til samstarvsverkætlanir í Norðuratlantshavi
7. mars er evstamark at søkja um stuðul frá NORA til verkætlanir, sum eru samstarv millum fólk úr í minsta lagi tveimum av teimum fýra limalondunum í Norðurlendskum Atlantssamstarvi, sum eru Grønland, Ísland, Føroyar og Noreg.
Norðurlendska Ráðharraráðið hevur sum mál, at innan 2030 skulu Norðurlond vera heimsins mest samantvinnaða, grøna og sosialt burðardygga øki. Verkætlanir, sum stuðul ynskist til, skulu fyrihalda seg til hesa norðurlendsku visjónina, sum byggir á tey 17 heimsmálini hjá ST.
Umframt at í minsta lagi tveir luttakarar skulu vera úr í minsta lagi tveimum av limalondunum, krevst eisini í minsta lagi, at helvtin av kostnaðinum fyri verkætlanina er eginfígging. Stuðul frá NORA kann ikki vera meira enn hálv millión krónur árliga, og 1,5 milliónir yvir trý ár.
Lesið meira her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...