innovationsfonden_logo_dk_teal_rgb_0.png
14.12.2021
Setrið Til lesandi Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning Depilin fyri heilsugransking
Skriva út

Stuðul til vinnu-ph.d.

Innovationsfonden í Danmark bjóðar fyritøkum í Føroyum at søkja stuðul til vinnu-ph.d. verkætlanir.

Stuðulin er ætlaður til samstarv millum eina fyritøku, eitt universitet og ein vinnu-ph.d.-lesandi.

Til ber at fáa upp í 17.000 krónur um mánaðin í lønarstuðli til ein ph.d.-lesandi, umframt í mesta lagi 100.000 kr. til fyritøkuna fyri útreiðslur hjá tí lesandi til ferðing og skeiðsluttøku, og haraftrat 360.000 til universitetið (íroknað rakstrargjald/overhead) .

Umsóknarportalurin letur upp 20. desember 2021 klokkan 11:00 føroyska tíð. Og freistin at søkja er 1. februar 2022 klokkan 11:00 føroyska tíð.

Lesið meira her.