Stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya 2025 - 2028
Nú skeiðið hjá stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya gekk út á nýggjárinum, er nýtt stýri sett fyri tíðarskeiðið 1. januar 2025 til 31. desember 2028
Fróðskaparsetur Føroya verður stjórnað av einum stýri, sum er evsti myndugleiki Setursins, og hevur ábyrgdina av virkseminum á stovninum mótvegis landsstýrismanninum.
Sambært grein 9 í løgtingslóg nr. 58 frá 9. juni 2008, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 8. mai 2012, verður stýrið tilnevnt av landsstýrismanninum, ið tilnevnir sjey stýrislimir og sjey varalimir fyri eitt fýra ára skeið, tó undantikið umboðnum fyri tey lesandi, sum verður tilnevnt árliga.
Sambært § 9, stk. 2 verða stýrislimir og varalimir tilnevndir soleiðis:
• Fýra limir og fýra varalimir verða tilnevndir uttaneftir eftir landsstýrismansins avgerð.
• Tveir stýrislimir og tveir varalimir verða tilnevndir eftir tilmæli frá starvsfólkunum í føstum starvi á Fróðskaparsetri Føroya.
• Ein stýrislimur og ein varalimur verða tilnevndir eftir tilmæli frá teimum lesandi.
Teir uttanhýsis limir, sum verða valdir, skulu hava universitetsútbúgving ella samsvarandi, og skulu til samans hava holla vitan um og gott innlit í universitetsútbúgving og gransking, umframt eisini at hava leiðsluroyndir frá bæði vinnu og umsiting.
Stýrið er mannað soleiðis nú:
Uttanhýsis limir og varalimir eftir landsstýrismansins avgerð:
• Ólavur Ellefsen, stjóri í Flowcore (afturval)
o Varalimur: Steinbjørn Hardlei, verkætlanarstjóri á Barnaverkætlanini
• Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum
o Varalimur: Birita Wardum, býararkitektur í Tórshavnar Kommunu
• Anders Bjarklev, rektari á Danmarks Tekniske Universitet (afturval)
o Varalimur: Elena D’Amelio, professari í miðlafrøði á universitetinum í San Marino og serfrøðingur í European Higher Education Area
• Elaine Munthe, dekanur á Kunnskabssenter for utdanning og professari í pedagogikki á universitetinum í Stavanger (afturval)
o Varalimur: Ragnheiður H. Magnúsardóttir, stjóri í Maggar í Íslandi og serfrøðingur í tøkni og íverksetan
Limir og varalimir eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya:
• Annika Helgadóttir Davidsen, adjunktur í sálarfrøði, Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
o Varalimur: Sigurd Christiansen, adjunktur í evnafrøði, Náttúruvísindadeildin
• Sonja Olsen, ph.d.-vísindastarvsfólk í námsfrøði, Námsvísindadeildin
o Varalimur: Regin Djurhuus Hammer, ph.d.-vísindastarvsfólk í búskaparfrøði, Søgu og samfelagsdeildin.
• Harriet Felicia Reistad Dam, lesandi á Náttúruvísindadeildini
o Varalimur: Sigmund Zachariassen, lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini
Nýggja stýrið skipar seg á fyrsta fundi, sum verður 13. februar 2025.
- 10.01.2025 Setrið NámsvísindadeildinNÁD-granskarar í SosialinumFyrsta fríggjadag í hvørjum mánaði í 2025 verða greinar í...
- 02.01.2025 Setrið Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Søgu- og samfelagsdeildinStakgreinalestur várið 2025Hópurin av støkum skeiðum eru í at velja, um tú hevur hug...
- 17.12.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinFøroyska COVID19-stýringin í stórari altjóða útgávuTað vóru serliga kanningarnar og tilmælini, sum vóru sers...