12.01.2018
Altjóða Skrivstovan Lestrarskrivstovan
Skriva út

Styrkur til skiftislestur

Styrkurin fæst gjøgnum North2north-samstarvið í UArctic.


North2north samstarvið er liður í UArctic samtakinum, og umframt lærdar háskúlar úr danska ríkinum, taka lærdir háskúlar frá øðrum arktiskum londum eisini lut í samstarvsætlanini, ið leggur dent á skiftisvirksemi millum luttakandi útbúgvingarstovnarnar.

Starvsfólk og undirvísarar á universitetum, sum eru north2north limir í UArctic, kunnu nú søkja um styrk til skiftisvirksemi. Les meira á hesum leinkinum.

Somuleiðis kunnu lesandi søkja um styrk til skiftislestur gjøgnum north2north Student Mobility Program. Les meira um tað her.

Umsóknarfreistin er 15. februar 2018.