Skriva út

Summarskeið á Føroyamálsdeildini

Í hesum døgum halda vit skeið í føroyskum fyri norðurlendskum studentum. 26 studentar velja at brúka ein part av summarfrítíðini til at læra seg føroyskt.


Í døgunum frá 7. til 26. juni skipar Føroyamálsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya fyri skeiði í føroyskum máli og bókmentum fyri norðurlendskum studentum. Hetta er eitt av teimum sonevndu Nordkurs-skeiðunum, sum verða hildin kring øll Norðurlond á hvørjum ári. Hesi skeiðini liggja í eini fastari skipan, og skipanin er soleiðis, at studentar kunnu søkja um at sleppa á tey ymsu skeiðini í øðrum londum. Í ár eru t.d. tveir føroyskir studentar farnir á skeið í íslendskum í Reykjavík. Tað er norðurlendska ráðharraráðið, ið fíggjar skeiðini.

Studentarnir gjalda tó sjálvir fyri ferð og uppihald. Í Føroyum gista studentarnir privat. Vit hava ikki skeið á hvørjum ári, men hava valt at gera tað á tann hátt, at vit hava skeið í føroyskum tvey fylgjandi ár, meðan Grønland kemur inn triðja árið við skeiði í grønlendskum, og so hava vit aftur tvey ár o.s.fr.


Endamálið við Nordkurs-skeiðunum er tvíbýtt: Vit royna at geva innlit í føroyskt mál, føroyskar bókmentir, føroyska mentan og samfelagsviðurskifti, men eitt ikki minni týðandi endamál er at fremja norðurlendska grannamálsfatan. Og idealið við tí er at royna at fáa fólk at skilja betur tey norðurlendsku málini og at skilja tær fyritreytir, sum tey einstøku norðurlandamálini liva undir.


Hesa ferð hava 26 studentar valt at koma henda vegin. Skeiðið er vanliga fullteknað, og tað er tað eisini hesa ferð. Tað tykist at vera stórur áhugi fyri føroyskum millum norðurlendskar studentar, ið lesa norðurlendsk mál og norðurlendskar bókmentir. Tey stóru londini (Danmark, Noreg, Svøríki og Finnland) kunnu í mesta lagi senda seks studentar hvør, meðan tey smærri londini (Ísland og Grønland) kunnu senda tveir.


Umframt ta dagligu undirvísingina í máli og bókmentum skipa vit fyri øðrum fyrilestrum. Hesa ferð vera fyrilestrar um:

  • Fólkanavnasiðir (Anfinnur Johansen)
  • Politikk og religión  (Heini Í Skorini)
  • Postkolonialismu (Malan Marnersdóttir)
  • Politisku søgu Føroya (Hans Andrias Sølvará)
  • Film (Jan Berg Jørgensen)
  • Kvøðing og dans (Eivind Weyhe)
  • Barnabókmentir (Turið Sigurðardóttir)
  • Føroyska myndlist (Inger Smærup Sørensen) og síðan verður vitjað á Listasavninum
  • Rithøvundin Sólruna Michelsen (Vár í Ólavsstovu)
  • Málnevndina (Marius Staksberg)
  • Orðabókaarbeiði (Zakaris S. Hansen)
  • Hugburð til enska ávirkan (Jógvan í Lon Jacobsen)


Í máli eru studentarnir býttir sundur í tveir flokkar, men eru saman í bókmentaundirvísingini. Undirvísingin fer fram í hølunum hjá Fróðskaparsetrinum í Jónas Broncks gøtu.


Skeiðið gevur 10 námsstig (ECTS), sum studentarnir fáa góðskrivað við síni heimauniversitet. Skeiðið endar við eini próvtøku tann 26. juni, og um kvøldið verður skipað fyri eini endaveitslu, áðrenn fólkini fara heim aftur.


Vit skipa eisini fyri nøkrum útferðum, t.d. ganga vit ein túr til Kirkjubøar, har greitt verður frá Kirkjubøgarði og kirkjuni. Ein túrur verður gjørdur undir Vestmannabjørgini og ein vestur í Vágar.