Summarskeið í føroyskum
11.06.2013
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Summarskeið í føroyskum

Í døgum 10. -29. juni skipar Føroyamálsdeildin fyri norðurlendskum summarskeiði í føroyskum.


Talan er um eitt skeið í føroyskum, sum varir í tríggjar vikur, har høvuðsinnihaldið er føroyskt mál.

Hesa ferð eru 23 luttakarar úr Danmark, Noregi, Svøríki og Finnlandi. Skeiðið er skipað soleiðis, at fyrrapartar er undirvísing frá kl. 9-12, og seinnapartar eru venjingar, bólkaarbeiði o.a. á skránni. Skipað verður eisini fyri útferðum m.a. undir Vestmannabjørgini umframt eina dagsútferð til okkurt stað í Føroyum og ein túr í gomlu Havnini við vitjan á Fornminnissavninum, Listasavninum o.s.fr.

Umframt undirvísing í máli fáa luttakararnir eisini fyrilestrar um føroyskan dans og kvøðing – og sleppa sjálvandi upp á gólv. Tey fáa eisini ein fyrilestur um føroyskar bókmentir og ein fyrilestur um átrúnað og politikk í Føroyum.

Studentarnir búgva privat, og fyriskipararnir eru vertunum sera takksamir fyri, at teir vilja hjálpa til á henda hátt, tí uttan teirra hjálp bar ikki til at skipa fyri hesum annars sera vælumtóktu skeiðunum.

Skeiðið endar við eini skrivligari próvtøku, sum gevur teimum lesandi 10 ECTS, um tey standa. Hetta skeiðið kann soleiðis nýtast sum partur av teirra lestri við heimauniversitetið.

Hetta er eitt av teimum sonevndu Nordkursskeiðunum, sum hava tvinnanda endamál: lutvíst at geva norðurlendskum lesandi møguleika at læra onnur norðurlandamál og lutvíst at fremja fatanina fyri teimum norðurlendsku málunum. Skeiðið verður fíggjað við norðurlendskum pengum frá Nordplussskipanini.

Tey lesandi verða býtt sundur í tveir flokkar eftir forkunnleika. Hesa ferð gjørdu vit tað, at vit lótu tey sjálv sleppa at velja, um tey vildu í byrjanarflokkin ella framhaldsflokkin. 

Lærarar eru Lena Reinert, granskingarhjálpari á Føroyamálsdeildini,  og Birna H. Olsen, MA-lesandi í føroyskum. Lena hevur drúgvar royndir frá undirvísing, tí hon hevur undirvíst á próvskeiðinum í føroyskum í fleiri ár, meðan Birna virkar sum hjálparlærari á BA-náminum í føroyskum.

Føroyamálsdeildin sendir eisini føroyskar studentar til onnur Norðurlond. Í ár fara trý BA-lesandi út. Ein fyrstaárslesandi fer á skeið í Stokkhólmi, meðan tvey annaðárslesandi fara til Århus.