29.09.2015
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Sunniva Sigurdardóttir sett sum laborantur

Sunniva Sigurdardóttir er sett í starv sum laborantur á Náttúruvísindadeildini (NVD) frá 19. oktober 2015 at rokna.


Sunniva er útbúgvin bachelor í lívfrøði frá Linnéuniversitetet í Svøríki í 2014. Hon hevur verið á vikarstarvi á NVD síðan oktober 2014, og hevur hesa tíðina verið partur av toymum til undirvísing og tilrættislegging av undirvísing fyri lívfrøðilesandi á deildini og verið partur av granskingarverkætlanum, ið NVD arbeiðir við á granskingarsetrinum iNOVA.

Vit ynskja Sunnivu vælkomnari í starvið.