Setursskrivstovan
11.03.2009
Skriva út

Svar til 21 spurningar

Í skrivi dagfest 2. mars 2009 hevur Fróðskaparsetrið svarað Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum, víðvíkjandi fyrispurningi eftir Tingskipanini § 52a.


Les skrivið við svarunum her ...

Her eru teir 21 spurningarnir:

  1. Játtanin til lønir hava seinastu mongu árini verið millum 85-89 % av samlaðu játtanini til Fróðskaparsetrið, meðan rakstrarútreiðslurnar hava verið millum 11- 15 %. Hvussu ber tað til, at roknskapir hesi somu árini hava havt nógv størri rakstrarútreiðslur, millum 21-25 % ? Men nú í 2008 hava rakstrarútreiðslurnar verið heili 30 % av samlaðu útreiðslunum. Hvat er frágreiðingin, og kann landsstýrismaðurin sundurgreina, hvat tað er fyri útreiðslur, sum gera, at so stórur partur fer til rakstur?
  2. Hvørji nýggj størv eru komin á Fróðskaparsetrinum í 2008?
  3. Hvørji fólk eru sett í størvini?
  4. Hvørji av hesum størvunum verða ikki sett aftur í 2009?
  5. Hvørji onnur størv verða ikki sett aftur í 2009?
  6. Hvørjar avleiðingar hevur hetta fyri verandi virksemi?
  7. Hvat eru rakstrarútreiðslurnar pr. deild pr. ár seinastu 10 árini?
  8. Hvat er umsóknartalið til ymsu útbúgvingarnar pr. ár seinastu 10 árini?
  9. Hvussu nógv hava staðið bachelor-prógv pr. ár seinastu 10 árini – býtt á ymsu útbúgvingarnar?
  10. Hvussu stórur partur av upptiknu næmingunum hava gjøgnumført útbúgvingina til bachelor 1 stig pr. ár seinastu 10 árini?
  11. Hvat hevur næmingatalið verið pr. ár seinastu 10 árini – býtt á árgangir og deildir?
  12. Hvat hevur næmingatalið verið pr. lærara pr. ár seinastu 10 árini – býtt á deildir?
  13. Hvussu nógv hava staðið útbúgvingina pr. ár pr. deild seinastu 10 árini?
  14. Hvat er kostnaðurin pr. gjøgnumførdan næming pr. deild?
  15. Hvat hevur talið av umsitingarfólki pr. vísindafólk og pr. næming verið pr. ár seinastu 10 árini?
  16. Hvussu er hetta í mun til onnur lond – t.d. Norðanlond?
  17. Hvørjar útbúgvingar hava verið fíggjaðar eksternt seinastu árini – við altjóða, norðurlendskari ella føroyskari fígging?
  18. Í hvønn mun ber til at fíggja útbúgvingar við eksternari fígging komandi árini – við altjóða, norðurlendskari ella føroyskari fígging?
  19. Hvørjar eru fíggjarligu avleiðingarnar komandi árini av, at lærustovnarnir eru lagdir saman í ein Háskúla?
  20. Hvussu nógvar vísindaligar greinar eru publiseraðar pr. deild pr. ár seinastu 10 árini?
  21. Hvussu stór er framleiðslan av vísindaligum greinum, samanborin við universitet í øðrum londum - t.d. Norðanlondum?