Svensk smíðvitjan
Seinastu tvær vikurnar hevur smíðlinjan á læraraútbúgvingini á Námsvísindadeildini havt vitjan av gestalæraranum Joakim Andersson, ph.d.-lesandi í smíð á Gøteborgs Universiteti.
Á skeiðnum vóru fýra ymisk verkstøð: at sveipa, metal-arbeiði, at dreya umframt ein glasverkstaður.
Á sveipverkstaðnum vórðu trælutir formaðir úr finer og síðani tilevnaðir til smáar eskjur við botni og loki. Eskjurnar vóru prýddar við seymi av bjarkarrót. Arbeiðshátturin at sveipa varð fyrr í tíðini nýttur í norðurlondum til brúkslutir so sum mateskjur.
Í metalverkstaðinum smíðaðu og loddaðu tey læraralesandi lutir úr kopari og silvuri, sum vóru upphitaðir við eldi og formaðir við hamarssløgum.
Á dreyiverkstaðnum vórðu skálir dreyaðar í furu, bjørk o.ø. tilfari, og á glasverkstaðnum vóðu glaslutir tilevnaðir í alskyns litum.
Samanumtikið var talan um eitt sera læruríkt skeið, og Joakim endaði skeiðið við einum áhugaverdum fyrilestri um ”Lærande i ock genom sløjd”. Harumframt skipaðu tey lesandi í síðstu viku fyri eini stásiligari framsýning í kantinuni á Námsvísindadeildini, har tey sýndu fram teir ymisku lutirnar, sum vórðu tilevnaðir undir skeiðnum.
Møguleiki er fyri at síggja framsýningina í kantinuni til og við fríggjadegnum 21. februar.
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...