Symposium um grundleggjandi literasitet fyri vaksin
NVL – norðurlendskt netverk fyri vaksnamannalæru – og norðurlendska Alfaráðið bjóða til symposium um integratión og frálæru. Tiltakið verður mánadagin 28. oktober 2013, frá kl. 08.30 – 16.30, á fabrikkini hjá Østrøm á Skálatrøð.
Vaksnamannalæra er eitt prioriterað øki í norðurlendskum samstarvi. Av tí at eitt av málum NVLs er at kunna um førleikar og royndir innan vaksnamannalæru í norðurlondum, verður á hesum symposium ljós varpað á grundleggjandi literasitet og integratiónsspurningar. Á hvønn hátt tekur samfelagið ímóti tilflytarum, hvørji undirvísingartilboð eru til hendan fjølbroytta málbólk, hvussu verður frálæran í føroyskum fyri útlendingar skipað, hvørjir førleikar eiga professionellir alfabetiseringslærarar at hava, og hvar kunnu lærarar ogna sær hesar førleikar? Hesir og aðrir spurningar viðvíkjandi grundleggjandi literasiteti, integratión og frálæru verða settir á breddan.
Fyrilesarar á ráðstevnuni verða norðurlendskir granskarar, limir í Alfaráðnum (www.alfaradet.net) og granskarar á Fróðskaparsetri Føroya. Eftir fyrilestrarnar verður høvi at skifta orð um framløgurnar og um støðuna í Føroyum við atliti til umrødda evni.
Sí skránna her
Málbólkur: Myndugleikar, tilflytarar, lesandi, lærarar, námsfrøðingar, granskarar, umboð fyri útbúgvingarstovnar, áhugafeløg, fakfeløg og annars øll, ið hava áhuga fyri hesum evni.
Øll áhugaði eru vælkomin!
Tilmelding: Tilmelding fer fram við at senda ein t-post til elisabethh(at)setur.fo, har tygum upplýsa navn, arbeiðsstað (felag/stovn/skúla/myndugleika, osfr). Freistin at boða frá luttøku er hósdagin 24. oktober kl. 12.00.
GG. Ráðstevnan er ókeypis, men neyðugt er at boða frá luttøku.
Vinaliga vegna fyrireikararnar
Karolina Matras, Alfaráðið, og Elisabeth Holm, NVL-kontaktpersónur, Fróðskaparsetur Føroya
Les meira um NVL á www.nordvux.net
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...