Symposium um ‘Perfect auxiliaries in the languages of Europe’
25.06.2016
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Symposium um ‘Perfect auxiliaries in the languages of Europe’

Ein nýggj kanning vísir, at føroyskt nýtir meira og meira eina danska skipan, tá ið talan er um perfektum.


Fyrst í juni var eitt symposium í Keypmannahavn um hjálparsagnorðini vera og hava í teimum europeisku málunum. Úr Føroyum luttók Hjalmar P. Petersen frá Føroyamálsdeildini. Hann hevði ein fyrilestur um evnið saman við Caroline Heycock, sum er professari í málvísindum á universitetinum í Edinburgh. Heitið á fyrilestrinum var: The HAVE/BE alternation in contemporary Faroese. Fyrilesturin er úrslit av einum samstarvi teirra millum, og bygdi hann á eina kanning, sum tey gjørdu on-line fyri nøkrum vikum síðani. Víst varð, at føroyskt spakuliga er í ferð við at nýta eina skipan sum ta, sum er í donskum, har vera kann brúkast sum eitt hjálparsagnorð at siga frá perfektum, eisini kallað núliðin tíð. Dømi er "grindir eru ofta komnar inn í Hetlandi". Her átti sagnorðið hava at verið nýtt, sbr. íslenskt, "hann hefur þrisvar farin til Færeyar". Eitt úrslit av symposiunum var, at Hjalmar saman við Caroline fer at arbeiða víðari við evninum, og verður eitt samstarv við Anu Laanemets, sum arbeiðir við evninum í donskum og Kristin Mehlum Eide, sum arbeiðir við hesum í norskum.