07.01.2010
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Tá bankatoskurin hvarv í Tangafirði

Martinus á Ósabakka hevði skyldina. Tað var hann, sum við síum gørnum í 1923 tipti holið, so toskurin ikki longur kundi svimja í millum Føroyabanka og Tangafjørð.


Í seinasta útgávuni av Frøði, sum kom út undan jólum, var ein grein um Føroyabankatoskin, sum hvarv í Tangafirði.

Greinin snýr seg um eitt fiskimið í Tangafirði, sum teir nevna Vektin. Toskurin, sum fyrr fekst har, líkist Føroyabankatoskinum rættiliga nógv. Teir gomlu søgdu, at eitt hol gekk niður í botnin og út á Bankan, har fiskurin kundi svimja ígjøgnum.

Eftir at holið varð tipt, hvarv Føroyabankatoskurin í Tangafirði, og er ikki fingin har síðani.

Les alla greinina 'Tá bankatoskurin hvarv í Tangafirði', sum stóð í Frøði nr. 2009 (pdf-fílur, 1,6 mb).