
Tá málið skuggar fyri rættinum til útbúgving
Tilflytarabørn hava menniskjarætt til útbúgving, og spurningurin er, um Føroyar í nóg stóran mun lúka hesi krøvini. Tað kemur fram í grein, sum Kalpana Vijayavarathan-R, granskari á Námsvísindadeildini, hevur latið úr hondum
“Inkluderandi útbúgving sum mannarættindi hjá tilflytaranæmingum í føroyska fólkaskúlanum – ein kanning grundað á føroysk útbúgvingarskjøl og føroyska gransking á økinum".
Hetta er heitið á nýggjari javnlíkamettari grein, sum Kalpana Vijayavarathan-R, granskari á Námsvísindadeildini, hevur latið út hondum, og sum er partur av serútgávu av Fróðskaparriti um menniskjarættindi í Føroyum.
Í greinini verður inklusjón sum mannarættindi hjá tilflytarabørnum í føroyska fólkaskúlanum kannað. Kanningin umfatar greining av útbúgvingarpolitiskum skjølum, viðkomandi almennum skjølum og føroyskari gransking um inkluderandi útbúgving fyri hesar tilflytaranæmingar. Við støði í innihaldsgreiningum verður roynt at kanna, um politikkurin er sosialt grundaður, rættvísur og lýkur mannarættindakravið hjá tilflytarabørnum um rættvísa atgongd til útbúgving.
Politikkurin er eftirmettur við útgangsstøði í karminum um málstøðu (language orientation) (Ruiz, 1984) fyri at fáa støðuna hjá tilflytarabørnum fram í ljósmála.
Gransking, sum fevnir um føroyskan útbúgvingarpolitikk og inklusjón í útbúgving, er brúkt til at gera av, um hóskandi útbúgvingarmál er til taks hjá tilflytarabørnum at læra føroyskt, lúka læruúrtøkur og falla inn í samfelagið, samstundis sum tey varðveita sítt egna móðurmál og mentanina í upprunalandinum.
Úrslitini benda á, at sjónarmiðið um, at málið er trupulleikin (language-as-problem), er ráðandi, og tá tað verður sett í verk uttan fyrilit fyri mannarættindastøðuni hjá børnunum, so kunnu integrasjónstrupulleikar stinga seg upp og tarna møguleikunum at gerast fullgyldugir limir í føroyska samfelagnum.
Lesið greinina her.
Lesið alla serútgávina av Fróðskaparriti um menniskjarættindi her.
- 28.03.2025 Setrið Søgu- og samfelagsdeildin FróðskapurNýggj bók um føroyskan uttanríkispolitikkMikudagin 2. apríl gevur Fróðskapur út greinasavn um føro...
- 26.03.2025 Setrið NáttúruvísindadeildinSigurd Christiansen framfluttur til lektara í evnafrøðiSigurd Christiansen er framfluttur til starv sum lektari...
- 20.03.2025 Setrið NámsvísindadeildinNámsfrøði: Grønlendingar leita sær íblástur á NÁDÍ dag vóru fimm umboð fyri grønlendsku námsfrøðiútbúgving...