Jóan Pauli Joensen, rektari
22.12.2008
Skriva út

Tá orð fáa hold - ella tá tey renna burtur sum blágóma fyri sól

Eftir viðgerðina í Fíggjarnevndini varð úrslitið, at uppskotið frá Mentamálaráðnum varð skorið við góðum 6 milliónum krónum


Eftir viðgerðina í Fíggjarnevndini varð úrslitið, at uppskotið frá Mentamálaráðnum verð skorið við góðum 6 milliónum krónum, hetta gekk serliga útyvir tað gamla Fróðskaparsetrið, meðan Læraraskúlin og Sjúkrarøktarfrøðiskúlin sluppu rímiliga snikkaleysir.

Rektarin, vararektari og fyrisiting setursins gjørdu eitt stórt arbeiði fyri at greiða bæði Fíggjarnevndini og løgtingstingmonnum frá fíggjargrundalagnum og teimum fylgjum, sum hetta fór at fáa fyri okkara einasta universitet, sum skal framleiða vitan og útbúgva fólk, men har var einki at gera, tað var sum at tosa fyri deyvum oyrum. Tað vóru kortini teir tingmenn, sum tyktust at lurta og vóru sera fyrikomandi, men so vóru tað aðrir, sum styggir titaðu aftur og fram eftir teimum bonaðu gólvinum, onkur á leistum, uttan at orð fekst á teir. Ein vinsælur tingmaður var so mikið erligur at siga, at í tí politiska arbeiðinum var tað so, at tess minni ein visti um tey einstøku málini, tess lættari var tað at taka støðu sum tingmaður og lættari at skera.

Tá saman um kom, so vísti tað seg, at tað sáð, sum sáa varð frá setursins síðu, fall meira ella minni á gaddajørð. Tað kom fram, at undir nevndarviðgerðini hevði tað eydnast tí sera gløgga fíggjarnevndarformanninum - helst besta høvd í tinginum, at rúnabinda alla fíggjarnevndina væl og virðiliga við sínum magisku roknistykkjum, at allur hópurin í nevndini var paralyseraður fyri ikki at siga hypnotiseraður. Onkur var so fullvísur í, at varð nakað broytt í semjuni, so vildi alt tingarbeiði enda í einum gantrileiki ella eini kollektivari psykosu, har eingin tingmaður fór at duga sær hógv, og undirskotið et koma uppá eina milliard.

Seinast í 1980-unum var hugburðurin millum nógvar politikarar sera positivir móti setrinum, ikki minst Lasse Klein, sum var mentamálaráðharri, tá. Fróðskaparsetrið varð gjørt til universitet í 1987. Ætlanir vóru lagdar um gransking og um útbúgvingar. Men so kom kreppan ikki bert steðgaði menningin, men nógv virksemi var tikið av, samstundis sum játtanin svann. Síðani batnaðu tíðirnar og okkurt av tí mista varð vunnið aftur, men eitt nú kom gudfrøðiútbúgvingin ongantíð aftur.

Tá vit komu til 2008 vóru orð sum altjóða universitet og granskingarpark komin upp í retoriska vokabularið hjá politikarunum. Góðtrúgvin hildu vit øll, at tað nú var ein erligur politiskur vilji í Føroyum til at ganga nýggjar leiðir og broyta samfelagið frá einum siðbundnum veiðumannasamfelag til eitt modernað vitanarsamfelag. Eitt samfelag, sum skuldi skapa nýggjar møguleikar og nýhugsan. Tað besta var, at nú var samanfall millum áhugamálini hjá Fróðskaparsetrinum, Mentamálaráðnum, Meginfelag Føroyskra Studenta og føroyskum politikarum. Hildið var at tað var ein møguleiki at koma til eina tvørpolitiska semju um hetta. Tíverri var samanfallið millum áhugamálini tann beri retorikkur hjá politikarum – ein tómur retorikkur og spælan við orðum.

Tá tað kom til at geva retorikkinum veruligt hold, fóru politikararnir at ristast á hondunum, tað var meira gloppið av munninum enn megi og vilji var til at fremja. Kunnleiki, vitanarframleiðsla og undirvísing tapir fyri tunlum, uttan eitt ilt orð skal verða sagt um tær, men tunlar eru ikki nóg mikið til at fáa fólk at trívast í einum landi, sjálvt tá illa stendur til, men tað er ein turkatrúgv millum politikarar uppá hetta.

Tíðirnar eru ringar um allan heim, og tað krevur nýggja orginala politiska hugsan. Tað mest átrokandi millum politikarar er tí, sum onkur av teimum tekur til“at taka luftina úr øllum systeminum”, so at bert tann harði substansurin er eftir, og at pláss ikki verður fyri nøkrum nýggjum. Tann politikkurin, sum tykist at hava verið galdandi tey seinastu árini er sum tá børn syngja “mala henda veg og mala handa veg, tralallalalalalla”. Tað skapar ikki nakra framtíðar visjónir..

Tað er harmiligt, at allur tann áhugi, sum politikararnir fyrr í 2008 tyktust at hava fyri útbúgving og gransking, nú undan stytsta degi, skal verða runnin burtur sum blágóma fyri sól. Hvat setrinum viðvíkur, so byrjar tað nýsetta ráðið arbeiði sítt 1. januar. Eitt tað fyrsta, sum ráðið skal gera, er at seta út í kortið hvørjar útbúgvingar skulu verða verðandi og hvørjar skulu hvørva. Tvær eru longu sleptar fyribils. Sjálvandi er tað harmiligt, at vøksturin í hægri útbúgving í Føroyum aftur hesaferð varð steðgaður, áðrenn hann rættiliga byrjaði og nógv fyrireiking er farin fyri einki.

*
Jólini koma tíbetur á hvørjum ári, tey liggja føst. Fróðskaparsetur Føroya vil við hesum ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjar. Eisini vilja vit takka Mentamálaráðnum fyri eitt sera gott samstarv.