Tað hevur verið nokk so rock n' roll!
Eftir trý ár á Setrinum hava vit lært nógv, og ment okkara kritiska sans. Eg trúgvi, at vit øll hava vent nøkur ting á høvdið, nú vit hava tugt teori eftir teori í trý ár. Jákup Bernhard Brim Joensen helt røðu til prógvhandanina 27. juni í Norðurlandahúsinum.
Eftir trý ár á Setrinum hava vit lært nógv, og ment okkara kritiska sans. Eg trúgvi at vit øll hava vent nøkur ting á høvdið, nú vit hava tugt teori eftir teori í trý ár.
Vit komu her øll sum nakrir enthusiastiskir naivir idéalistar, fyri at læra um lívsins loynidómar: fyri at finna lykilin til at skapa tað idéella utopiska samfelagið, soleiðis at vit í felag kundu umbyggja Føroyar til eitt paradís, við hjálp frá tí vísdómi og lærdómi, ið Setrið kundi veita okkum.
... men vit blivu djúpt skuffaði.
Tí tá vit í sosiologi og antropologi settu okkum inn í, hvat føroyingar vóru fyri eitt fólkaslag, var myndin kanska ikki so romantisk og idyllisk, sum vit væntaðu frammanundan. Tað vísir seg m.a., at "føroysk klæðir" eru ein rekonstruerað norsk bónda-kostuma, við tilsettum silvurknappum, og at Kingo-sálmur er ættaður úr Turkínum. Tá vit gjørdu felt-arbeiði sum objektivir antropologar í føroyska samfelagnum, vísti tað seg, at tað sum bindur føroyingar saman í eina felags mentan, er, at vit øll blíva forkølaði um summarið, tí vit lata okkum úr, tá sólin lúrir millum skýggini í apríl, meðan vit fara út at grilla reyðar pylsur. Føroysk mentan er Gangnam style, føroysk mentan er Paradise Hotel og føroysk mentan er facebook.
Tað er eisini á facebook, at politiska kjakið gongur fyri seg, har politikarar vinna sær atkvøður, við at senda myndir av sær sjálvum í nýpussaðum súkkluhjálmum, meðan teir ynskja øllum "góðan dag".
Í stuttum havi eg lært, at føroyingar eru býttir...
Also, ikki bara skít-býttir, men eisini sundur-býttir! Føroyingar eru býttir upp mentanarliga og átrúnaðarliga, og hetta merkir, at føroyingar eisini eru býttir upp politiskt: konservativir - liberalir, høgravendir - vinstravendir, sambandssinnaðir - loysingarsinnaðir o.s.fr. Føroyingar eru so býttir at býta seg sundur, og at býta seg sundur, er kanska at bíta seg í halan.
Men onki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt - so sigur orðatakið. Av tí at føroyingar eru so býttir - also sundur-býttir - merkir tað, at vit altíð fáa meira enn eina tulking av veruleikanum; og hetta fer at tryggja okkum søgu- og samfelagsfrøðingum starv í ævir: Har eru so nógvar tulkingar av viðurskiftunum, og so nógvir spurningar, ið mangla svar, og hetta skulu vit granska.
Eru føroyingar veruliga homofobar? Eru Føroyar eitt ríkt land, ella eitt fátækt land? Hvør var atvoldin til kreppuna í 90'unum? Hví flyta kvinnur úr Føroyum? o.s.fr.
Aftur her eru ymsar fatanir og tulkingar ... men vita tit hvat? Tað er í fínasta ordan! Lærararnir á Setrinum hava lært okkum at granska eftir vísindaligum metodum, og tað merkir, at ymisk mótstríðandi sjónarmið verða viðgjørd, og burturúr hesum skulu vit, sum granska, gera okkum eina sjálvstøðuga niðurstøðu. Tað er fínastaslag!
Vit, sum eru liðug her, hava ikki ta somu fatanina av tilveruni, og tað skulu vit heldur ikki hava. Vit eru øll ymisk, og tað er tað vit hava í felag! ... ella, tað er kanska bara mín tulking.
Umframt at hava lært um vísindaligar metodur, og teoriir um samfelagið og fornar kongar, hava vit eisini lært nógv spennandi fólk at kenna. Samanhaldið hevur verið gott, og vit hava havt tað sera stuttligt til jólaveitslur og annað! Tað hevur verið nokk so rock n' roll!
Tað er gleðiligt at síggja, at nýggju árgangirnir eru størri enn okkara, og at skipað verður fyri seturskafé hvørt fríggjakvøld.
Vit sum fáa prógv í dag eru prógv um, at tað ber til at trívast væl, og fáa nógv burtur úr á Fróðskaparsetri Føroya, og vit ynskja Setrinum alt tað besta framyvir, nú vit takka fyri okkum.
- Takk fyri.
Jákup Bernhard Brim Joensen
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...