15.04.2012
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Tað legst til á setur.fo

So er Altjóða Skrivstovan alment ein nýggjur partur á heimasíðuni hjá Setrinum.


Altjóða Skrivstovuna hevur í nøkur ár verið partur av Fróðskaparsetri Føroya, men tó havt egna heimasíðu. Tilfar er nú partur av heimasíðu Setursins, setur.fo og gamla heimasíðan ask.fo verður niðurløgd. Brúkarar, sum royna at fara inn á gomlu síðuna, verða fluttir á nýggju síðuna ístaðin.

Altjóða Skrivstovan varð sett á stovn av Mentamálaráðnum í 2000 við tí endamáli, at skrivstovan skuldi vera savningarstað fyri vitan um útbúgvingar og stuðulsmøguleikar uttan fyri Føroyar. Í 2010 varð Altjóða Skrivstovan flutt frá Mentamálaráðnum til Fróðskaparsetur Føroya, og er nú ein partur av Setrinum við arbeiðsøki innan PR og rekruttering. Skrivstovan hevur enn sum meginuppgávu at vegleiða í sambandi við bæði hægri útbúgving og aðrar útbúgvingar um allan heim og vegleiðir eisini útlendskum lesandi um lestrarmøguleikarnar í Føroyum.

Altjóða Skrivstovan
er at finna millum teir bláu knøttarnar til vinstru á heimasíðuni.