m_Follow_the_Leader_-_Leadership_Concept_with_Paper_Airplanes.jpg
Leiðsluútvbúgvingin hevur fingið sera góð skoðsmál frá teimum lesandi
08.06.2023
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Tak leiðsluútbúgving á masterstigi

Tekna teg til leiðsluútbúgvingina á masterstigi á Fróðskaparsetrinum áðrenn 1. juli, ella melda teg til stakskeið á útbúgvingini

Amboðskassin hjá einum góðum leiðara eigur at vera útgjørdur við bestu reiðsskapum, dagførdari vitan og hollum førleikum, sum ikki bara røkka til avbjóðingarnar her og nú, men sum eisini nytta í longdini. Og á Fróðskaparsetrinum ber til at fáa masterútbúgving í Leiðslu og Skipan, sum gevur júst slíkan amboðskassa, og til ber at lesa samstundis, sum ein røkir starv á arbeiðsmarknaðinum.

Tey fyrstu fóru undir útbúgvingina í 2021, og nú verður nýggjur hópur tikin inn.

Afturmeldingarnar frá teimum lesandi hava verið góðar, og m.a. hava tey sagt soleiðis:

"At útbúgvingin verður skipað fríggjadag seinnapart og leygarmorgun ger tað møguligt hjá mær at sameina arbeiðslív og undirvísing. Takk fyri hetta hálva árið!"

"Eitt frálíkt skeið, saman við frálíkum undirvísarum og studentum".

"Góðar samrøður. Gott netverk. Engasjeraðir undirvísarar."

"Gott, at vit alla tíðina minna hvør annan á at føra aftur, reflektera og perspektivera til tann føroyska kontekstin, nevniliga leiðsla í Føroyum”.

Leiðsluútbúgvingin telur tilsamans 120 ECTS-stig, og stendur tú øll, so ert tú master í Leiðslu og Skipan. Til ber eisini at taka helvtina – 60 ECTS-stig – og tá fært tú diplom í leiðslu og skipan á masterstigi.

Tá tú hevur staðið masterprógv, ber til at lesa víðari á ph.d.-stigi.

Hendan útbúgvingin er fyri fólk, sum annaðhvørt eru í leiðandi starvi nú ella fegin vilja tað. Her fært tú holla fakliga grund at standa á við granskingargrundaðari undirvísing og kanningararbeiði, tú lærir at leggja strategi, at fáa tað besta fram í tínum starvsfólkahópi, so málini í strategiini verða rokkin, og so fært tú eisini eitt netverk, sum kann fáa stóran týdning fyri tína menning sum leiðari og gleði við at vera tað.

Heimurin er torgreiddur og umskiftiligur, og sum leiðari, ert tú tann, sum tíni starvsfólk og tey, sum brúka tína fyritøku ella stovn venda sær til. Við hesi útbúgvingini fært tú førleikar at leiða organisatiónina gjøgnum byltingartíðir, og tú lærir samanspælið millum etikk, leiðslu og strategi. Eitt lyklaorð er nevniliga burðardygg  leiðsla.

Útbúgvingin er skipað sum skeið, ið eru kravskeið. Talan er um parttíðarlestur, sum er skipaður í undirvísingarvikuskifti, t.e. fríggjadag seinnapart og leygardag fyrrapart til tíðliga seinnapart, so til ber at arbeiða samstundis.

Útbúgvingin er skipað í tveir partar, har hvør partur tekur tvey ár. Og sum nevnt, so kanst tú taka diplom eftir tveimum árum ella fulla master eftir fýra árum.

Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi granskingargrundaða vitan um leiðslu og skipan í nýmótans organisatiónum. Serligur dentur er lagdur á at menna førleikar hjá teimum lesandi 1) at skilja, greina og kjakast um torskildar organisatoriskar avbjóðingar; 2) at eyðmerkja trupulleikar, at hugsa og virka strategiskt; 3) at fyrireika seg til leiðsluleiklutir; 4) at skilja týdningin av sjálvsleiðslu og sambandi millum starvsfólk; og 5) at menna leistir til leiðslu, fyrisiting og til organisatoriskan framburð, sum vísa samfelagsábyrgd og eru etiskt haldgóðir.

Lesið nógv meira um útbúgvingina her.

Umsóknarfreist er 1. juli, og umsóknarblað og leiðbeining til umsóknina er her.

GG: Útbúgvingin kostar 2000,- krónur fyri hvørt ECTS-stig.

Eisini er møguligt at melda teg til stakskeið, sum verður í heyst, á hesi útbúgvingini. Tað er Modul 5, sum er Leiðsla og samskifti (7,5 ECTS-stig) og Leiðsla, mikrosamfelag og alheimsgerð (7,5 ECTS-stig).