Talemål etter 1800
14.03.2016
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Talemål etter 1800

Komin er nýggj bók um talumálsbroytingar í Norðurlondum tey seinastu 200 árini.



Komin er nýggj bók um talumálsbroytingar í Norðurlondum tey seinastu 200 árini, Talemål etter 1800. Norsk i jamføring med andre nordiske språk. Ritstjóri er Helge Sandøy, professari í Bergen.


Bókin viðger í fyrstu syftu norsk viðurskiftir, men til samanberingar hevur hon kapitlar um viðurskiftini í hinum Norðurlondunum.


Bókin hevur fyrst ein almennan part um broytingar í samfelagsmynstri og búseting, og hvørja ávirkan tær hava á málið. Síðan er ein partur um málið í ymiskum norskum landslutum og ein um málið í býum og ídnaðarøkjum í Norra. At enda er so ein partur við kapitlum um málbroytingar í finnlandssvenskum, svenskum, donskum, føroyskum og íslendskum.


Partin um føroyskt hevur Eivind Weyhe, lektari emeritus, skrivað. Evnini ið verða viðgjørd, eru fólkasamanseting og tvímæli, broytingar í búsetingarmynstri, broytingar í ljóð-, bendinga- og setningaskipan og orðfeingi, og málið í tí almenna rúminum mótvegis talumálinum.

Talemål etter 1800. Norsk i jamføring med andre nordiske språk.

Ritstjóri: Helge Sandøy. Novus forlag. 464 bls.