Talufrælsi og religión: Heini í Skorini gevur út bók á altjóða forlagi
Hvar ganga mørkini fyri talufrælsinum? Nær verður frí tala til haturstalu? Í hvønn mun skulu religiøsir minnilutar verjast ímóti kritikki, satiru og niðrandi útsagnum? Og hvat skal altjóða lóggáva siga um hesar spurningar?
Líka síðani Sameindu Tjóðir vórðu settar á stovn í 1945, hava slíkir spurningar elvt til politiskt stríð ímillum statir og diplomatar í ST. Tá ræðuleikarnir undir 2. veraldarbardaga komu undan kavi, settu heimsins lond sær fyri at smíða nýggja altjóða lóggávu, sum knæsetti mannarættindi sum løgfrøðiligt bindandi hugtak. Fyrst kom ST-heimsyvirlýsingin um universell rættindi frá 1948, og í fimmti- og sekstiárunum komu fleiri mannarættindasáttmálar.
Men hóast hesar sáttmálar eru heimsins lond framvegis rúkandi ósamd um, hvussu idealini um mannarættindi skulu tulkast og setast í verk í praksis. Ein spurningur, sum aftur og aftur skapar split og samanbrestir og politiskar kreppur, er spurningurin um sambandið ímillum talufrælsið øðrumegin og átrúnaðarligar kenslur ella atlit hinumegin. Einki land í heiminum loyvir absoluttum talufrælsi, men heimsins lond eru grundleggjandi ósamd um, hvørjar leiðreglur skulu vera galdandi í altjóða lóg.
Fleiri ST-limalond úr muslimska heiminum hava leingi arbeitt fyri at seta í verk umfatandi religiøsan og politiskan sensur í altjóða lóggávu. Slík lóggáva ímóti blasfemi (gudsspottan) verður praktiserað í stórum pørtum av tí muslimska heiminum, har blasfemi og religiónskritikkur kann revsast við bót, fongsli, píning og deyðadómi. Flestu londini í Evropa hava strikað lóggávu ímóti blasfemi, men hava samstundis samtykt lóggávu ímóti haturstalu og rasismu fyri at verja minnilutar. Og í USA finst ein onnur siðvenja, sum loyvir bæði haturstalu, rasismu og blasfemi. Hendan radikala stevnan er kjølfest í amerikansku grundlógini.
Í september í ár gevur Heini í Skorini út altjóða bók um spenningarnar ímillum talufrælsið og religión. Bókin fer afturum tann politiska dystin í ST og viðger tað diplomatiska stríðið um at definera innihaldið í altjóða lóg hesum viðvíkjandi. Bókin vísir, hvussu klassisk mannarættindahugtøk verða brúkt og misbrúkt av politiskum aktørum, og hvussu tað politiska stríðið um at orða og tulka altjóða lóg fer fram í praksis. Bókin er ein dagførd útgáva av ph.d.-ritgerð frá 2017 á King’s College London, og hon verður givin út av enska forlagnum Routledge University Press. Routledge telist millum tey fremstu akademisku forløgini í mun til samfelagsvísindi og altjóða politikk. Útgávutiltøk verða hildin í London, Keypmannahavn og New York. Fleiri upplýsingar um bókina eru at finna her
Hóast bókin ikki er komin út, hevur forlagið longu sent bókina til ummælis hjá altjóða serfrøðingum, og her eru nøkur skoðsmál:
"Heini Skorini’s outstanding work exposes the manipulation of human rights language by the Organization of Islamic Cooperation in aid of its agenda. This is scholarship at its best, grounded in careful research of primary sources and a firm grasp of the relevant theoretical and ethical debates and literatures. Ultimately, the book constitutes a forceful defence of the universalist principles which underpin human rights." - Katerina Dalacoura, Professor of International Relations, London School of Economics and Political Science, UK.
“This timely and important book provides a bird’s eye view of the political struggle to interpret and define the meaning of human rights and freedom of expression” - Karin M. Fierke, Professor of International Relations, University of St. Andrews, UK.
"Skorini offers a lucid and detailed accounting of the struggle to define the contours of free expression as played out in the corridors of the United Nations. The book is a valuable addition to the existing literature addressing defamation of religion, and offers important insights into one critical and still unresolved fault line in contemporary international human rights." - Robert C. Blitt, Professor of Law, University of Tennessee College of Law, USA.
"This book gives a unique insight into the ongoing battle of ideas and values as it is played out at the UN. The book is topical and timely, and I suspect it will remain so for years." - Anne Stensvold, Professor of Religious Studies, University of Oslo, Norway.
"Heini Skorini’s highly original investigation is a major contribution to research on the contestation of norms in International Relations.” - Vivienne Jabri, Professor of International Relations, King’s College London, UK.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...