Tekna teg til gott stakskeið í lóg og leiðslu
Søk um pláss á spennandi masterskeiði í Lóg og Leiðslu áðrenn umsóknarfreistina, sum er á middegi 5. august
Hetta serstakliga viðkomandi masterskeiðið fyri leiðarar telur 10 ECTS-stig, og fyrsti undirvísingardagur er 4. oktober, og seinasti undirvísingardagur er 14. desember 2024.
Undirvíst verður fríggjadag frá kl.14.00 -17.00 og leygardag frá kl. 9.00 - 14.00 á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu 25 í Havn.
Skeiðið er partur av útbúgvingini, master í Leiðslu og Skipan, og undirvísarar eru Johan Lamhauge, Gunn Ellefsen og Petur Elias Nielsen. Treyt fyri upptøku er bachelorútbúgving.
Endamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi grundleggjandi vitan og førleikar um løgfrøðilig evni og einstøk rættarrøki og háttaløg, sum eru viðkomandi fyri starvsfólk í leiðandi størvum.
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera førur fyri at greiða frá týdninginum av, at rættarskipanin er skipað við ymiskum sløgum av normum (ásetingum) og ymiskum sløgum av stovnum; finna lóg í einfaldari leiting á kendastu leitimiðum; greiða yvirskipað frá, hvussu rættarskipanin er býtt í ymisk rættarøki; greina og loysa ítøkiligar tulkingarspurningar knýttar at ymisku rættarøkjunum; greiða frá innihaldi í og skipan av rættarkeldum og rættarpraksis, og hvussu stovnar av týdningi fyri fyrisitingarrætt, setanarrætt og privatan rætt eru skipaðir; greiða frá heimildum og venju hjá ymsu trætustovnunum og høvinum hjá pørtunum at nýta hesar stovnar; finna viðkomandi rættarkeldur og rættarpraksis á nevndu rættarøkjunum og greiða frá terminologi og háttalagi; greina truplar fyrisitingarrættarligar og setanarrættarligar avbjóðingar við innliti í og fatan av øllum viðkomandi sløgum av rættarkeldum; reflektera yvir og grundgeva fyri støðutakan í ítøkiligum málum, har rættargrundarlagið ikki er greitt, og har “kapping” kann vera millum ymiskar heimildar-grundgevingar; perspektivera markamót millum fyrisitingarrættarligar og arbeiðsmarknaðarrættarligar meginreglur í sambandi við setanir; og miðla og argumentera vitan og loysnir í fyrisitingarrætti og setanarrætti skrivliga og munnliga á greiðan hátt.
Skeiðið fevnir um umleið 40 undirvísingartímar, og undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur, venjingar, uppgávur og kjak. Eftirsum undirvíst verður fríggjadag seinnapart og leygardag fyrrapart ber væl til at samskipa hetta skeiðið við arbeiðstíðir annars.
Próvtøkan er munnlig við fyrireikingartíð.
Umsóknarfreistin er mánadagin 5. august 2024 á middegi.
Kostnaður er 20.000 krónur.
Umsóknarblað er her.
Lesið meira um skeiðið her.
Til ber eisini at tekna teg til stakskeið í Búskaparstýring fyri leiðarar. Les um tað her.
- 15.01.2025 SetriðStýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya 2025 - 2028Nú skeiðið hjá stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya gekk...
- 10.01.2025 Setrið NámsvísindadeildinNÁD-granskarar í SosialinumFyrsta fríggjadag í hvørjum mánaði í 2025 verða greinar í...
- 02.01.2025 Setrið Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Søgu- og samfelagsdeildinStakgreinalestur várið 2025Hópurin av støkum skeiðum eru í at velja, um tú hevur hug...