Tekna teg til stakskeið á heilsuøkinum
Á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi verða fýra spennandi stakskeið í vár. Fyrsta tilmeldingarfreistin er 15. januar
Nú verður latið upp fyri tilmelding til at taka einstøk skeið á heilsuøkinum fyrstu árshálvu 2022.
Talan er um fýra stakskeið, sum kosta millum 2.500 og 7.500 krónur.
Tey fýra eru: Kliniskt vegleiðaraskeið, Gerontologi, geriatrisk røkt og viðgerð, Grundskeið í hagfrøði og skeið í Epidemiologi. Tvey tey fyrru eru á bachelorstigi, tey tvey seinnu eru á masterstigi.
Endamálið við kliniska vegleiðaraskeiðinum er, at lesandi mennir sín førleika at fyriskipa, vegleiða, undirvísa og próvdøma/meta í klinisku undirvísingini í heilsuútbúgvingunum. Nú Fróðskaparsetur Føroya er farið at taka næstan tvífalt so mong lesandi inn at lesa sjúkrarøktarfrøði, verður ivaleyst tørvur á fleiri kliniskum vegleiðarum.
Endamálið við skeiðnum í gerontologi, geriatriskari røkt og viðgerð er, at lesandi ogna sær vísindagrundaða vitan um og førleika til at menna gerontologiska/geriatriska røkt og viðgerð út frá eini PCC-tilgongd (Person Centered Care). At lesandi menna heilsufremjandi, fyribyrgjandi, endurmennandi, viðgerandi og linnandi tiltøk fyri eldri fólk. At lesandi við støði í góðkendum kanningaramboðum menna førleika at observera, greina og meta geriatriska sjúklingin, umframt at menna førleikar og ogna sær vísindagrundað amboð at menna praksis.
Endamálið við grundskeiðinum í hagfrøði er, at lesandi ogna sær vitan um kjarnulutir í hagfrøði sum háttalag innan fólkaheilsuvísindaliga gransking og førleika at greina hagfrøðislig viðurskifti. At læra at skyna millum og brúka deskriptiva og analytiska hagfrøði, menna praktiskar førleikar at brúka hagfrøði sum háttalag við atliti at granskingarverkætlan á egnum áhugaøki/fakøki og at meta um hagfrøðisligar analysur í vísindaligum arbeiði. Skeiðið er eisini grundarlag undir framhaldandi førleikamenning í heilsuvísindaligari gransking á skeiðum, sum eru komandi.
Endamálið við skeiðinum í epidemiologi er, at lesandi ogna sær vitan um kjarnulutir í epidemiologiini og førleika at greina viðurskifti í epidemiologiini. At menna førleika til kritiskt at lesa og meta um vísindaligar epidemiologiskar tekstir og at brúka epidemiologi sum háttalag í granskingarverkætlan á egnum áhugaøki.
Lesið meira og tekni tykkum til her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...