06.03.2013
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Teksturin stendur, men lesarin broytist

Ánaniasar táttur hevur verið viðgjørdur nakrar ferðir, síðan hann varð yrktur tíðliga í 18. øld.


Stórur munur er tí elstu viðgerðini úr 18. øld og tí nýggjastu úr 21. øld – hvat tær leggja dent á, hvat tær nevna og ikki nevna.

Í greinini “Eitt krógvað kapittul: Menn sum elskast”  leggur Turið Sigurðardóttir dent á  tað, sum tátturin sigur um kærleikan millum Ánanias og Símun; eisini lýsir hon hugburðin til kærleika millum menn í táttinum og tí, sum um hann hevur verið skrivað.