Teldan vísir veg – skalt tú flyta teg
14.10.2013
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Teldan vísir veg – skalt tú flyta teg

Tvær bachelorverkætlanir hjá 4 KT-studentum á Náttúruvísindadeildini hava viðgjørt evni, har telda/teldil/snildtelefon verða brúkt til at finna og skráseta farleiðir: Leiðvísari til bussar og ferjur og ein app til gongutúrar í fjøllunum.


Verkætlanina LEIÐVÍSARIN hava studentarnir Albin N. Johannesen og Rói V. Dam staðið fyri. Í teirra ritgerð verður sagt um hugskotið:

Viðskiftafólkini skulu bert skriva í leititeigin, teirra fráferð og hvagar tey skulu fara, og leitingin verður gjørd fyri tey. Tá leitað verður, koma leiðirnar stundisliga á skíggjan og við fleiri valmøguleikum, t.v.s. at tað er møguligt hjá viðskiftafólkinum at velja sína leið. Málið er at finna skjótastu og lættastu leiting um ferðing kring landið. Her verður serligt atlit tikið til viðskiftafólkið, soleiðis at tað verður spart tíð og orka, bæði við leiting og við ferðing.
Ein ávegis (BETA) útgáva av skipanini sæst her: leidvisarin.com

Verkætlanina TREKKING LOG hava studentarnir Gunnar Johildarson og Jóannis Iversen staðið fyri. Í teirra ritgerð verður sagt um verkætlanina:

Verkætlanin viðger tilgongdina, at menna eina app til snildtelefonir, sum ger brúk av GPS tøknini. Appin er málrættað einum ávísum málbólki, ið eru fólk, sum hava til frítíðarítriv at ganga í fjøllunum. Appin er ein sonevnd ‘tracking app’, sum skrásetir túrar, umframt at hon heldur skil á, um brúkarin hevur vitjað ávís støð (checkpoints), til dømis fjallatoppar og onnur sermerkt støð.
Fyri at fáa brúkaran tengdan at skipanini, verður skipanin bygd rundan um spælgerð (gamification). Spælgerð tekur eginleikar úr kendu spæliverðini, og førir hesar eginleikar yvir í skipanir, sum ikki beinleiðis eru spøl. Á henda hátt verður tað stuttligari at verða við, og brúkarin ynskir at fáa enn meira gleði av skipanini.