Teldufrøðilig hugsan - ein lærufrøðilig nýskapan
Fríggjadagin 7. februar skipaði Námsvísindadeildin fyri skeiði í teldufrøðiligari hugsan (computational thinking).
Skeiðið var fyri miðnámsskúlalærarar, sum taka námsfrøðiliga útbúgving, og onnur, sum eru knýtt at útbúgvingini. Nina Bonderup Dohn helt skeiðið.
Teldufrøðilig hugsan er lutfalsliga nýggj innan lærufrøðiligt ástøði, men er tó í ávísan mun framhald av talgildum dannilsi og líknandi tøknilærufrøðiligum hugsanarháttum. Ástøðið verður hugsað bæði við og uttan tøkni, men tann mátin, ið tøknin skipar vitanina, liggur sum grund undir ástøðinum.
Teldufrøðulig hugsan í praksis
Yvirskipað snýr teldufrøðilig hugsan seg um at einfalda samansettar fakligar spurningar til spurningar, sum lættligari kunnu handfarast. Hvør einstakur av hesum smærru spurningunum kann síðani verða eftirhugdur fyri seg við at hyggja at, hvussu líknandi spurningar hava verið loystir frammanundan. Her verður dentur lagdur á tær eindir og teir smálutir, sum hava týdning, meðan sæð verður burtur frá óviðkomandi upplýsingum. At enda verða einføld stig ella reglur sniðgivin fyri at loysa hvønn av teimum minnu spurningunum. Henda fakliga tilgongd er vorðin meira og meira útbreidd so hvørt sum tøknin gerst alt meiri týðandi og ráðandi partur bæði í undirvísing og gerandisdegi. Í strembanini eftir at framtíðartryggja útbúgvingarskipanina er neyðugt, at talgilt litterasi gerst sjónligur partur av útbúgvingarskipanini, bæði fyri at tryggja kritiska tilgongd í brúki av tøkni og fyri at geva næmingum og lesandi førleikan at handfara tøknilig amboð á høgum stigi.
Skeiðsdagurin var partur av almennlærufrøðiliga skeiðinum, sum luttakararnir í námsfrøðiligu útbúgvingini taka. Hetta er fyrsta árið, at nýggja útbúgvingin er í gongd. Í ár hava lærarar á gymnasiala økinum tikið útbúgvingina og komandi ár skulu lærarar á yrkisútbúgvingunum eisini í gongd við at taka útbúgvingina.
Myndatekstur: Nina Bonderup Dohn, professari á Syddansk Universitet. Nina er cand.mag. í heimspeki og alisfrøði, ph.d. í læringarástøði og dr.phil. í námsfrøðiligari heimspeki, leiðari á “Center for Computational Thinking.”
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...