Tíðarfatan hjá samkomum og faðirskapur í Føroyum
Í nýggjastu útgávuni av tíðarritinum, Suomen Antropologi – Journal of the Finnish Anthropological Society, eru tvær vísindaligar greinar um føroysk viðurskifti
Jan Jensen, sum er ph.d lesandi í antropologi á Cambridge University, og sum hevur eitt leyst tilknýti til Søgu- og samfelagsdeildina á Fróðskaparsetrinum, hevur skrivað greinina, "Christianity, Presence, and the Problem of History: On Two Forms of Christian Temporality in the Faroe Islands".
Greinin er knýtt at ph.d.-verkætlan hansara.
Hina greinina hevur Firouz Gaini, professari í antropologi á Søgu- og samfelagsdeildini, latið úr hondum.
Hon hevur heitið "He understands me in a different way than others do: Faroese Teenagers’ Narratives on Fatherhood, Masculinity, and Family Life.
Greinin er partur av størri samfelagsvísindaligari granskingarverkætlan (2018-2021) um føroyska pápan í dag. Granskingargrunnurin stuðlaði verkætlanini.
Ungdómar um pápa sín
Firouz Gaini kannar í sínari grein tann føroyska pápan í einum nútíðarperspektivi, sum tekur støði í stórari empiriskari kanning, sum hann gjørdi í 2020.
Greinin lýsir og greinir pápan úr einum ungdómsperspektivi, har spurningar um familjulív, arbeiðslív, maskulinitet og sosialar relatiónir eru í fokus.
Tey ungu, sum luttóku í kanningini, fortelja um, hvønn týdning og leiklut, tey meta pápan hava í føroysku familjuni og samfelagnum í dag, og eisini, hvat tey halda hevur broytt seg í samfelagnum, síðani páparnir og abbarnir vóru ungir.
Greinin finst at ráðandi samfelagsvísindaliga kjakinum um "nýggjar" pápaleiklutir og "maskulinitetskreppur", ið ikki megnar at skilja gerandislívið og familjuvirðini hjá mongum pápum í nógvum samfeløgum um okkara leiðir.
Við at tosa við børnini hjá pápunum – bæði døtur og synir – fáa vit eina hugmynd av pápanum, sum vísir, at hann helst skal megna at umboða tað "nýggja" og tað "gamla" samstundis, men fyrst av øllum geva børnunum kærleika, trygd og vegleiðing.
Kritiserar søgufatanina
Greinin hjá Jan Jensen kannar ymiskar tíðaruppfatanir hjá kristnum samkomum, og hvussu hesar kunnu hava við sær ymsar uppfatanir av, hvørjari støðu menniskjað er í, sæð úr søguligum og guðfrøðiligum sjónarhornum.
Áhugin fyri temporaliteti hevur tey seinastu áratíggjuni verið vaksandi í antropologiini, og her er tann kristna heimsáskoðanin sera áhugaverd at hyggja at. Serliga tí, at kristna heimsáskoðanin hevur mong klár hugtøk um, hvussu heimurin bleiv skaptur, hvussu hann skal enda, og hvønn leiklut ikki-menniskjaligir aktørar hava í mun til, hvussu søgugongdin verður
Víðari brúkar Jan Jensen hesa útgreiningina at finnast at nøkrum av teimum háttunum, sum søga ofta verður nýtt í akademiska heiminum at skilja, hvussu samfeløg síggja seg sjálv. Greinin endar sostatt við uppskotinum um, at tey, sum arbeiða við samfelagsvísindum sum heild minna seg á, at tann søguuppfatan, ein arbeiðir við, kanska ikki altíð hóskar til øll samfeløg
Tíðarritið við greinunum hjá Firouz Gaini og Jan Jensen kann lesast her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...