MagniM.jpg
- Um vit stýra eftir hugskygni og kenslum, har tað subjektivt kenda setur kósina fram um objektiva veruleikan, so er lætt at missa veruleikakensluna, skrivar Magni Mohr m.a. í síni tíðargrein
Magni Mohr, dekanur á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum
17.08.2020
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Tíðargrein: Vísindasamfelagið Føroyar

Gransking á føroyska universitetinum er í menning, og seinastu fimm árini er talið á vísindaligum greinum í dygdargóðum javnlíkamettum tíðarritum tvífaldað.
Men okkum tørvar betri samskipan av føroyskari gransking, og okkum tørvar betri vísindaligt “dannilsi”

Gudinnan, Nut, føðir sólina á morgni og gloypir hana aftur á kvøldi. Soleiðis hildu egyptar fyri 3000 árum síðani, at skiftið millum ljós og myrkur ella dag og nátt fór fram.
Á okkara døgum er tað nokkso nuts at trúgva søgnini um Nut, men fyri 1000 árum síðani trúðu eisini vit í Føroyum, at ásin, Tór, elvdi til torusláttur, tá hann við fúkandi ferð streyk eftir himmalhválvinum á vogni sínum við teimum báðum geitunum. Flestu muslimar trúgva, at profeturin, Mohammed, fleyg til himmals á einum veingjaðum hesti, og í kristnari bíbliusøgu lýsir hebreiiska søgnin gongutúrin hjá Jesusi á vatninum, sum ikki júst sampakka við ta sannroynd, at ross ikki kunnu flúgva ella við ástøðið um tyngdarkraftina.
Menniskjaheilin er soleiðis vorðin, at hann krevur samanhang. Sólin rísur og fer til viða, torusláttur kemur og fer, Mohammed og Jesus kundu meira enn fólk flest, og tí má skilvísur samanhangar skapast. Hetta prógvar tó ikki, at talan er um ítøkiligan veruleika, hóast hesar sagnir eru skaldbornar og vakrar. Vit kenna óteljandi dømi um hetjur, sum menniskjan hevur skapt ella lutvíst funnið uppá. Robin Hood, sum stríddist móti órættvísi, var ivaleyst ritstjórnaður á mannamunni, tí fólk í Englandi undir krossferðunum høvdu tørv á eini hetju við sosialum tilviti. Í Føroyum hava vit søgnina um Trónd og Sigmund, sum føroysk skúlabørn terpa í søgutímunum. Hetta hóast talan er um sagnir, hvørs keldur eru niðurfestar um 250 ár eftir, at hendingarnar skulu eitast at vera farnar fram. Spurningurin er um teir báðir, hóast terpaðir og avmyndaðir í standmynd í almenna føroyska rúminum, yvirhøvur hava verið til?
Í dagsins post-faktuella tíðaranda við alskyns “fake news”-rákum, hvørs skari telur alt frá uppøstum knappaborðssoldátum á sosialu miðlunum til amerikanska forsetan, kann tað vera trupult at skilja ímillum ritstjórnaðan og veruligan veruleika.
Týðiligur mótsetningur til sagnir, trúgv og sannføring er gransking, sum hendan tíðargreinin fer at snúgva seg um.

Fróðskapur og gransking í Føroyum
At granska í Føroyum er øðrvísi enn á stórum útlendskum granskingarstovnum, lutvíst tí, at fróðskapur og gransking eru heilt nýggj fyribrigdi í føroysku fólkasálini. Heimsins elsta førleikagevandi universitet, University of Karueein, varð sambært UNESCO sett á stovn av tveimum muslimskum kvinnum í Fez í Marokko mitt í 800-talinum – ella tá Grímur Kamban sigst nema land í Føroyum. Universita de Bologna frá 1088 er fyrsta evropeiska universitetið, meðan universitetini í Uppsala og í Keypmannahavn frá miðskeiðis í 1400-talinum eru tey elstu í Norðurlondum. Til samanberingar er føroyska universitetið góð hálvthundrað ár, og hetta ávirkar, hvussu vísindi og gransking verða fatað í Føroyum.
Í kanning hjá Heina í Skorini kom fram, at bert fimtihvør vaksni føroyingur sigur seg góðtaka vísindaástøðið hjá Charles Darwin um natúrliga selektión. Altso, bara 20 prosent av okkum góðtaka heimsins best prógvaða ástøði, sum fullkomiliga er í andsøgn við, at vit meta okkum sum eitt nútímans vitanarsamfelag í vesturheiminum. Grindatilmælini eru serføroysk dømi, har sterk vísindalig próvførsla kemur í mentanarligan mótvind, og ræðusøgurnar um HPV-koppsetingar, orkestreraðar av sensatiónsjournalismu og øsing á sosialum miðlum, fingu fleiri føroysk foreldur at velja vísindaliga prógvaða krabbameinsverju frá.
Vísindi hava ikki endaliga svarið uppá allar spurningar, men er tað tættasta, sum vit koma tí mest sannlíka sannleikanum. Um vit stýra eftir hugskygni og kenslum, har tað subjektivt kenda setur kósina fram um objektiva veruleikan, so er lætt at missa veruleikakensluna. Fleiri halda, at yvirgangur er ein størri hóttan í Evropa í dag enn fyri 20-30 árum síðani, hóast talið á yvirgangsatsóknum er munandi lægri í dag enn í 1980-árunum. At okkurt kennist rætt, er ikki altíð prógv fyri, at tað veruliga er so.
Tá kendi amerikanski stjørnu- og alisfrøðingurin, Carl Sagan, varð spurdur, um hann trúði, at lív var á øðrum gongustjørnum, svaraði hann: “Ja, men við ávísum fyrivarni.” Síðani varð hann spurdur: “Men hvat er tín “gut feeling?” Sagan svarar tá turrisliga, at hann ikki hugsar við maganum ella øðrum kropspørtum enn heilanum, tá talan er um at skilja alheimsins stóru loynidómar.
Tað er júst hetta, sum vísindini gera – tey fáa til vega vitan, sum er kensluliga, landafrøðiliga, átrúnaðarliga og politiskt óheft.
Velja vit hugskygni og kenslur hjá tí einstaka fram um ta vísindaliga grundaðu vitanina, hvat hugskygni velja vit so at fylgja úr rúgvuni av meiningum? Er tað persónliga fatanin hjá valdsmenniskjum sum Trump, Putin ella norðurkoreanska Kim, sum skulu tendra nýggjar vitanarvitar í heiminum, ella skulu tey, sum valda, arbeiða samsvarandi vísindagrundaðari próvførslu? Vísindafólk eru myndugleiki á sínum fakøki, eins og skipsførarar eru myndugleiki at føra skip. Tí er umráðandi, at samfelagið, politiska skipanin, almennir og privatir stovnar gagnnýta serfrøðina og menna vísindagrundaðar tilgongdir. Sjálvsagt skal ein og hvør í einum frælsum og fólkaræðisligum landi gera sær sína egnu meting og lívsáskoðan, men alt við máta. Eisini við tollyndinum.
Evolutiónslívfrøðingurin og vísindarithøvundurin, Richard Dawkins, lýsti avnoktanina av tí opinlýsa og granskingargrundaða veruleikanum soleiðis: ”Of course we should be open-minded, but not so open-minded that our brains fall out!”

Vísindalig uppaling
Gransking á føroyska universitetinum er í menning, og seinastu fimm árini er talið á vísindaligum greinum í dygdargóðum javnlíkamettum tíðarritum tvífaldað. Tað verður granskað nógv meira fjølbroytt og í samstarvi við aðrar stovnar. Miðling av gransking er eisini bøtt, og serfrøðingar eru í dag í størri mun í starvi á almennum stovnum og í privatum fyritøkum.
Men okkum tørvar betri samskipan av føroyskari gransking, og okkum tørvar betri vísindaligt “dannilsi”.
Fólka- og miðnámsskúlar eiga at skipa ítøkiliga frálæru í, hvat vitan er, eiga at kveikja forvitni og undran, umframt at læra grundleggjandi vísindalig háttaløg. Ein sterkari vísindalig uppaling gevur betri innlit og størri ábyrgd. Tí hvussu kanst tú til dømis gerast tilvitaður og virkin, tá tað ræður um teir ógvusligu umhvørvisavbjóðingarnar, sum standa fyri framman, um tú lítið og einki veit um náttúruna? Um tú ikki kennir blómurnar ella fuglarnar í haganum, um tú ikki veit, hvat vindur, ljós og myrkur eru, hví árstíðirnar ella flóð og fjøra skifta, sum tær gera, ella menningarsøguna hjá lívinum og tær sjálvum?
Miðlarnir eiga at duga betur at miðla gransking og at skilja ímillum tilvildarligar kanningar og vísindaliga gransking, og okkum tørvar ein almennan granskingarpolitikk og eitt greiðari útspæl frá myndugleikunum um, hvat Føroyar ætla við vísindi og gransking.

Hendan tíðargreinin varð upprunaliga prentað í Sosialinum 17. juli 2020