Tíðindaskriv frá IBD-verkætlanini
IBD er ein stytting fyri enska heitið Inflammatory Bowel Disease, ið er eitt felagsheiti fyri kronisku tarmbrunasjúkurnar Crohns Disease og Ulcerosa Colitis
Føroyska IBD-granskingarverkætlanin er samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya, Landssjúkrahúsið, Fargen og Ílegusavnið, ið hava sett sær fyri at kanna, hví Føroyar hava heimsins hægsta títtleika av tarmbrunasjúklingum.
Granskingin var tann fyrsta, ið nágreiniliga hugdi at lutfallinum av tarmbakteriubólkum, eisini nevnt mikrobiom, hjá IBD-sjúklingum sammett við frískir føroyingar, og hon varð løgd soleiðis tilrættis, at vit fingu ein tvørskurð av føroyska mikrobiominum.
Marjun á Fríðriksmørk Berbisá varð knýtt at IBD-verkætlanini í sambandi við kandidatútbúgving frá Aarhus Universitet og við Amandu Vang sum verkætlanarvegleiðara frá Fróðskaparsetrinum. Marjun hevur gjørt alt kanningararbeiði í starvstovunum hjá iNOVA í Havn.
Luttakararnir umboðaðu øll økini í landinum. Aldursbýtið var breitt, kynsbýtið javnt, býtið av nýggjum og gomlum Ulcerative Colitis (UC)-sjúklingum var eisini javnt o.s.fr. Hetta tryggjar dygdargóð úrslit, ið kunnu sammetast við tey hjá líknandi verkætlanum aðrastaðni í heiminum.
Altjóða gransking hevur staðfest, at mikrobiomið í tarminum hevur alstóra ávirkan á okkara heilsustøðu.
Tískil er tað av stórum týdningi, at vit nú hava fingið kunnleika til, hvussu mikrobiomið hjá føroyingum er samansett. Samstørv millum fleiri viðurkendar granskingarstovnar hava ferð eftir ferð víst, at tarmbrunasjúklingar missa fjølbroytnið í mikrobiominum sammet við frísk. Tískil var hetta eisini tann niðurstøðan, ið vit væntaðu okkum.
Men nú er greitt, at úrslitið, sum fyriliggur, bleiv øðrvísi. Úrslitið er sera forvitnisligt og stimbrar sjálvsagt áhugan fyri áhaldandi gransking á økinum, so ymsar hypotesur kunnu verða nágreinaðar.
Vit hava staðfest, at mikrobiomið hjá frískum føroyingum ikki er øðrvísi enn tað hjá føroyingum við UC, - hvørki viðvíkjandi fjølbroytni ella nøgd av smáverum. Men hyggja vit nágreiniliga eftir flokkingareindunum, finna vit møguligar indikator-smáverur, ið vaksa ella minka í tali hjá UC-sjúklingum sammett við frísk.
Ein møgulig indikator-smávera er ein bakteria í flokkingareindini Verrucomicrobia, sum eitur Akkarmansia. Hon er sera týðandi fyri viðlíkahald av sunnum og mótstøðuførum tarmum, men hjá lutfalsliga stórum parti av luttakarunum finna vit ikki Akkarmansia. Hetta sæst hjá 42 prosentum av UC-sjúklingum og 23 prosentum av frísku luttakarunum.
Umráðandi er at hava í huga, at úrslitið er ein tvørskurður.
Nágreinilig gransking krevst fyri at staðfesta, um møguligu indikator-smáverurnar kunnu nýtast sum amboð fyri sjúkugreining ella persónligari sjúkuviðgerð í framtíðini.
Um fígging fæst, er ætlanin at halda fram við hesum arbeiði, har vit hyggja at mikrobiominum hjá føroyingum við IBD, áðrenn farið verður undir heilivágsviðgerð og samanbera, tá viðgerð hevur verið í tríggjar og seks mánaðir.
Vísindalig grein um kanningarúrslitini er júst komin út í vísindaliga tíðarritið Inflammatory Bowel Diseases, sum er eitt viðurkent amerikanskt tíðarrit hjá American Crohns and Colitis Foundation.
Lesið greinina her.
Johan Burisch MD, ph.d., serlækni í gastroenterologi og verkætlanarábyrgdari við serkunnleika í IBD (ikki á myndini), Jóngerð Midjord MSc, Master í heilsuvísindum og sjúkrarøktarfrøðingur við serkunnleika í gastroenterologi, Kári Rubek Nielsen MD, serlækni í gastroenterologi og yvirlækni á medisinsku deild, Amanda Vang ph.d., verkætlanarábyrgdari við serkunnleika í immunologi og mýliskari lívfrøði, Marjun á Fríðirksmørk Berbisá, cand.scient við serkunnleika í mýliskari lívfrøði og smáverulívfrøði, Noomi Gregersen ph.d., verkætlanarleiðari fyri FarGen og Turið Hammer, ph.d. við serkunnleika í fólkaheilsuvísindum og IBD í Føroyum
Arbeiðið varð fíggjað av:
Gransingarráðnum í 2019: Verkætlanin, Eyðmerking av bakteriellari ójavnvág, sum orsøk til høga føroyska váðan fyri tarmbrunasjúku, til Amandu Vang, PhD. adjungeraður adjunktur, Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi, Fróðskaparsetrið.
Novo Nordis Fonden: Latin til Johan Burisch MD, PhD, Herlev Hospital, serlækni í gastroenterologi við serkunnleika í IBD og góður samstarvspartur hjá føroyska IBD-granskingarbólkinum.
Sjúkrakassagrunnurin frá 2017 til 2020: Amanda Vang var sett í eitt 3-ára vísindastarv sum adjunktur í heilsuvísindum undir Høvðusøki 3.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...