Tikið verður upp til løgfrøði í summar
Leiðslan á Setrinum
13.02.2018
Skriva út

Tikið verður upp til løgfrøði í summar

18. januar varð fráboðað, at orsakað av sparingum verður upptøka til fulltíðarlestur til master í løgfrøði avlýst í 2018.


Eftirfylgjandi hevur verið hugt eftir øðrum møguleikum at finna sparingar, soleiðis at upptøka í summar kortini verður.

Hetta hevur eydnast. Við at leggja skeiðsskránna um, eru neyðugu sparingarnar funnar, og tí er nú avgerð tikin um, at upptøka til fulltíðarlestur til master í løgfrøði verður á sumri 2018, sum vant.

Nærri kunning um lestur í løgfrøði fæst við at venda sær til Lestrarskrivstovuna á Fróðskaparsetrinum lls(at)setur.fo  ella tlf nr 352511 ella til Bárð Larsen, útbúgvingarleiðara, bardurl(at)setur.fo ella tlf nr 292598.