Hand_Drawing_Virtual_Cogwheels_-_Work_and_Engineering_Concept.jpg
(Foto: freerangestock.com)
06.07.2021
Setrið Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Til allar maskinmeistarar

Fróðskaparsetur Føroya hevur eitt gott tilboð til maskinmeistarar, sum vilja uppstiga sína útbúgving og harvið fáa atgongd til nýggj og spennandi starvsøki ella enn hægri lestur. Freistin at søkja er 1. august

Ert tú maskinmeistari, so hevur tú nú einastandandi møguleika til at uppstiga tína útbúgving til bachelor í maskinfrøði.

Umsóknarfreistin er 1. august.

Við ískoytisútbúgvingini á Setrinum fært tú lykil til spennandi arbeiðsøki, har tú við førleikum í verkfrøði, ráðgeving ella fyrisiting kanst gera teg galdandi á privatum sum almennum virkjum og stovnum.

Útbúgvingin tekur bara 1 ¼ ár, um tú tekur hana sum fulltíðarlestur, og við prógvi sum barchelorur í maskinfrøði fært tú samstundis atgongd til enn hægri útbúgving á øðrum universitetum kring heimin. Til dømis kanst tú lesa kandidat og ph.d. á Danmarks Tekniske Universitet.

Tú kanst eisini velja at taka útbúgvingina sum parttíðarlestur yvir tvey ella trý ár.

Fakblaðið, Maskinmeistarin, hevur skrivað um útbúgvingina og kallar tilboðið fyri "eindømi í ríkinum", tí her er talan um akademiska uppstigan.

Maskinmeistarar hava frammanundan nógvar førleikar, og á hesi útbúgvingini verður dentur lagdur á verkfrøðilærugreinar, sum maskinmeistarin ikki longu hevur havt.

Kanska er hetta akkurát nakað fyri teg?

Les meira um útbúgvingina her.

Umsóknarblað er her.

Gevið gætur, at umsóknarfreistin er 1. august á midnátt.