Skriva út
Til Havnar vit fara
Í góðveðrinum fyrrapart týsdag gekk leiðin ein túr gjøgnum gomlu Havnina at kunna seg nærri um søguna og gomlu býarplanleggingina.
At lesa sosialvísindi og samfelagsplanlegging merkir, at mann eisini kunnar seg um lokalu søguligu viðurskiftini.
Í góðveðrinum týsmorgunin vísti Rolf Guttesen, adjungeraður lektari, teimum 3. árslesandi í sosialvísindum og samfelagsplanlegging á Søgu- og samfelagsdeildini runt í gomlu Havnini. Túrurin byrjaði úti í Tinganesi, har søgusporini týðiliga siga nakað um planlegging av vinnu, bústaðum og infrastrukturi í gamla partinum av Havnini. Eisini fortelja tey nakað um, hvørji sosial viðurskifti hava verið galdandi.
Rolf greiddi frá, nær hesi eldru støðini vóru skapt, teirra funktión gjøgnum tíðina og hvussu tey í dag hava fingið sín form og leiklut, eisini í nútíðar býarmyndini.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...