Til lærarar og námsfrøðingar
Óførir møguleikar eru hjá lærarum og námsfrøðingum at uppstiga seg til bachelor og eisini at menna seg í starvslæruvegleiðing og at arbeiða sum akkersfólk. Umsóknarfreistin til útbúgvingarnar er longd til 13. juni
Ert tú lærari ella námsfrøðingur og vilt uppstiga teg til bachelor ella menna tínar førleikar sum akkersfólk og at vegleiða onnur í starvslæru og at gerast gott akkersfólk? So hevur Fróðskaparsetur Føroya júst røttu útbúgvingina ella skeiðið til tín.
Skeiðini fyri ávikavist lærarar og námsfrøðingar eru ymisk.
Skeiðið fyri lærarar
Hetta er eitt skeið, sum Námsvísindadeildin bjóðar fólkaskúlalærarum, sum vilja menna seg í starvslæruvegleiðing og akkersfólkaarbeiði.
Starvslæran er ein týdningarmikil partur av læraraútbúgvingini. Fyri at gera starvslæruna so munadygga sum gjørligt, eru vit eins og grannalond okkara farin at bjóða starvslærarum eitt serskilt skeið, ið skal brynja teir at taka ímóti lesandi og geva teimum førleikar at leggja eitt mennandi starvslæruskeið til rættis.
Undirvíst verður triðja hvønn hósdag frá kl. 12.30 til 15.30. Fyrsti undirvísingardagur er 8/9-2022, og seinasti undirvísingardagur er 1/6-2023.
Tað serliga við skeiðnum er, at tey lesandi fara ikki bara at fáa servitan um starvslæruvegleiðing, men skeiðið varpar eisini ljós á akkersfólkaarbeiði. T.e. at skeiðsluttakararnir læra at vegleiða nýútbúnum lærarum eins væl og lesandi, ið koma í starvslæru.
Les meira um skeiðið her.
Sí undirvísingarætlanina her.
Og far til umsóknarblað her.
Starvslæruvegleiðing fyri námsfrøðingar
Eisini verður skeið í starvslæruvegleiðing komandi lestrarár fyri námsfrøðingar.
Starvslæran á námsfrøðingaútbúgvingini er sera týdningarmikil fyri tann lesandi og ein týðandi og avgerðandi partur í útbúgvingini.
Starvslæran skal samantvinna ástøðina við praksis, har tann lesandi skal royna seg í verki. Í starvslæruni hevur starvslæruvegleiðarin ein avgerðandi leiklut, tá tað snýr seg um at kunna fyriskipa, vegleiða og eftirmeta starvslæruna. Starvslæruvegleiðarin skal kunna fylgja menningini hjá tí starvslærulesandi og megna at fyrihalda seg til hesa menningina við støði í krøvunum á námsfrøðingaútbúgvingini til starvslæruna og fakliga økinum, arbeiðstilgongdum og mentanini á starvslærustaðnum.
Í mong ár hevur verið eftirspurningur eftir einum skeiði í starvslæruvegleiðing, og Námsvísindadeildin kann nú bjóða tær júst hetta skeiðið. Um tú hevur arbeiðsroyndirnar og áhuga fyri starvslæruvegleiðing, so hevur tú møguleikan at søkja nú.
Undirvísing er fimm fríggjadagar frá kl. 9:00 til 14:00 frá viku 43 til viku 12. Luttakararnir hava ein starvslærulesandi, sum tey skulu vegleiða á egnum arbeiðsplássi, frá viku 5 til 12 í 2023
Les meira um skeiðið her.
Sí undirvísingarætlanina her.
Og far til umsóknarblað her.
Uppstiga teg til bachelor
Hendan ískoytisútbúgvingin gevur fólkaskúlalærarum og námsfrøðingum, sum eru útbúnir eftir eldri lógum, ið ikki eru á bachelorstigi, ástøðiligan og verkligan førleika og kunnleika til vísindalig ástøði og háttaløg, og harvið uppstiga teirra útbúgving til bachelor. Við hesi útbúgvingini lata dyrnar seg upp fyri eini ørgrynnu av enn hægri útbúgvingum.
Ískoytisútbúgvingin leggur seg eftir at knýta akademiskar førleikar at útbúgvingunum, sum tey lesandi hava frammanundan. Námsfrøðingar og fólkaskúlalærarar lesa saman og samstarva tvørtur um starvsøki. Ískoytisútbúgvingin til bachelor er sett saman við trimum skeiðum, og undirvísingin fer fram í vikuskiftum.
Útbúgvingin er parttíðarlestur, skipað sum hálvtíðarlestur yvir eitt ár. Undirvíst verður annan- ella triðjahvønn fríggjadag seinnapart, og í fyrstu lestrarhálvu (á heysti) verður eisini undirvíst leygardagar. Møtt verður 7-8 ferðir hvørja lestrarhálvu, fríggjadagar kl. 14-17, leygardagar kl. 10-14.
Les meira her.
Og far til umsóknarblað her.
UMSÓKNARFREISTIN TIL ALLAR ÚTBÚGVINGARNAR ER 13. JUNI
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...