Vár í Ólavsstovu.jpg
Vár í Ólavsstovu (Foto: Finnur Justinussen)
Erla Olsen, dekanur
03.03.2021
Setrið Námsvísindadeildin
Skriva út

Til minnis um Vár

Leygardagurin 13. februar var ein feigdardagur fyri Setrið, tí tá andaðist Vár í Ólavsstovu, lektari á Námsvísindadeildini, brádliga, 62 ára gomul. Ikki bara Námsvísindadeildin er hart rakt, tí Vár hevði tætt tilknýti til alt Setrið, serliga Føroyamálsdeildina.

Vár var ein eldsál, sum var heil, har hon var. Hon var ikki bert ein sera vældámdur undirvísari, hon var eisini granskari, netverkari, íverksetari, samskipari og ein sera sosialur persónur, sum skipaði fyri tiltøkum, bæði til frama fyri lesandi og starvsfelagar. Eisini var hon sera virkin í almenna orðaskiftinum og var ofta í miðlunum, serliga í sambandi við mentanarligar og bókmentaligar spurningar.

Lívsleiðin
Vár í Ólavsstovu tók læraraprógv í 1981 og undirvísti tvey ár á Meginskúlanum á Sandi, áðrenn hon fór undir víðari lestur á Fróðskaparsetrinum, har hon tók exam.art.- prógv í norðurlendskum máli og bókmentum, serliga føroyskum, í 1985. Hon flutti síðani til Danmarkar, har hon tók mag.art.-prógv í norðurlendskum bókmentum í 1992 á Københavns Universitet. Síðan undirvísti hon fram til 2013 í Hoydølum, samstundis sum hon tók eina ph.d. í móðurmálslærufrøði á Syddansk Universitet (liðug í 2011). Eitt skifti var hon ritstjóri á Skúlabókagrunninum, har hon vardi av lærugreinini føroyskt. Í 2013 varð hon sett sum adjunktur í móðurmálsnámsfrøði og undirvísingarfrøði á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya og varð framflutt til lektara í 2020.

Vár í Ólavsstovu var, umframt granskari í móðurmálslærufrøði, eisini undirvísari og hevði, umframt undirvísingarførleikar á universitetsstigi, eisini hollar royndir sum fólkaskúlalærari og miðnámsskúlalærari. Hjartamál hennara í útbúgvingarskipanini vóru mong, og øll høvdu tey samband við hennara ynski um at tryggja føroyska samfelagið útbúgvingarliga og fakliga í framtíðini. Eitt komandi samfelag, sum byggir á fakliga vitan og demokrati, og sum eisini krevur førleikar í KT og kreativiteti.

Framsíggin sum fá slóðaði hon fyri at taka talgildu tøknina inn í undirvísingina. Hon vildi ikki bert undirvísa í tøknini, men eisini at royna heilt nýggjar undirvísingarhættir, sum kundu gagnnýta tøknina, so sum vent flokshøli og at gagnnýta samvirknu talvurnar til fulnar, eisini við talgildum næmingavirkni í flokkinum.

Alt, sum Vár tókst við, hevði eitt yvirskipað endamál.

Hon sá áneyðirnar fyri at útvega nýtt og tíðarhóskandi tilfar til føroyskt, bæði í fólkaskúlanum og á miðnámi, og arbeiddi eisini eitt skifti sum ritstjóri á Skúlabókagrunninum, har hon ritstjórnaði fleiri útgávum, millum annað um William Heinesen. Stjørnuskaldið undir Varða, sum hon nevndi hann, var eisini stjørnan hjá henni, saman við Magnusi Dam Jacobsen. Samstundis hevði hon stóran tokka til samtíðar rithøvundar og bókmentir.

Sum undirvísari var hon tikin úr leikum og hevði eitt heilt serligt samband við síni lesandi.

Í undirvísingini gagnnýtti hon sína vitan bæði sum fólkaskúlalærari, miðnámsskúlalærari, universitetslærari og ritstjóri til at tryggja mál- og mentanarførleikan hjá komandi ættarliðum. Hon vaks til í eini lærarafamilju, har bæði foreldrini vóru lærarar. Hon var sjálv lærari, men leitaði sær skjótt eftir meira vitan og førleikum, tí hon ásannaði, at neyðugt var at uppstiga seg fyri at undirvísa á tí stigi, hon vildi og tráaði eftir. Og royndirnar hjá henni vístu eisini, at tað gjørdist nógv lættari at undirvísa og geva næmingalagaða undirvísing, so hvørt sum hon nam sær vitan á hægri stigi í undirvísingarfakinum.

Eitt av stóru avrikunum hjá Vár í Ólavsstovu var at byggja upp námsfrøðiliga útbúgving til miðnámsskúlalærarar og at fremja hesa ársútbúgvingina í verki.

Frammanundan var tað so, at kandidatarnir annaðhvørt fóru av landinum at taka skeið, ella at útlendskir skeiðshaldarar komu higar, sum ikki løgdu so nógva vitan eftir seg. Mentamálaráðið vildi hava, at Setrið skuldi skipa fyri hesi útbúgvingini, og tá Vár tók við sum samskipari av útbúgvingini, kom av álvara ferð á.

Her vóru rættiliga nógv atlit at taka, tí námsfrøðiliga útbúgvingin mátti skipast soleiðis, at hon eisini varð góðkend uttan fyri landoddarnar, og tí vóru nógvir partar at samskifta við. Teir fyrstu kandidatarnir á námsfrøðiligu útbúgvingini fingu prógv í 2020, og næsti flokkurin verður liðugur nú í summar.

Eitt annað, sum Vár eisini fekk í lag, var at gera eina skipan fyri førleikametta námsfrøðiliga útbúgving fyri miðnámsskúlalærarar. Hetta var fyri tey, sum vóru farin í gongd eftir eini eldri skipan, høvdu tikið ástøðiliga partin, men sum ikki høvdu fingið verkliga partin góðkendan.

Við hesum arbeiðinum hevur Vár slóðað fyri, at vit kunnu halda fram við at útvega vitan á hesum økinum í Føroyum. Ein aðalhugsan hjá Vár var týdningurin av, at útbúgvingarnar vóru granskingargrundaðar, og hon vildi leggja soleiðis til rættis, at granskingarúrslit skuldu spyrjast burtur úr námsfrøðiligu útbúgvingini.

Nú Vár í Ólavsstovu ikki er millum okkum longur, er umráðandi hjá okkum at tryggja, at virðismikila vitanin, ið er fingin til høldar, verður gagnnýtt og ment. Tað skylda vit henni.

Vit á Námsvísindadeildini hava mist ein kæran starvsfelaga, og føroyska samfelagið ein vitanarbera, men einki kann samanberast við missin hjá tykkum, Zakarisi, Ólavi við familju, Katrini og systrunum hjá Vár.

Friður verður við minninum um Vár í Ólavsstovu.

Erla