- Tilflytarar sleppa ikki at nýta sínar førleikar
Samfelagsmálsliga landslagið í Føroyum broytist við rúkandi ferð, og tað er grundarlagið undir ph.d.-ritgerðini hjá Elisabeth Holm, samskipara á Góðskueindini á Setrinum. Ingi Rasmussen, vertur í útvarpssendingini, Nón, hevur samrøðuni við hana í dag
Eini 2000 fólk í Føroyum eru ikki danskir statsborgarar. Tað svarar til næstan fýra prosent av fólkatalinum. Fyri 25 árum síðani var hetta talið 0,8 prosent. Tað merkir, at nógv fólk, sum koma til Føroya í dag, duga hvørki føroyskt ella danskt.
Elisabeth hevur kannað tilflytarar - av øðrum uppruna enn norðurlendskum - sum arbeiða á fiskavirkjum og í reingerðarstørvum; hon hevur tosað við 29 fólk, tær flestu kvinnur. Hon hevur kannað, hvussu tað hevur gingist hjá hesum tilflytarum at læra føroyskt, og hvørjar avbjóðingar tey hava at sleppa inn á føroyska arbeiðsmarknaðin at brúka sínar førleikar.
Og tað vísti seg, at tveir triðingar av teimum, sum hon tilvildarliga tosaði við, høvdu hægri útbúgvingar, sum tey ikki sleppa at brúka her.
Hoyrið samrøðuna við Elisabeth Holm í Nón her.
Lesið eisini greinina um ph.d.-verjuna her.
- 30.01.2025 Setrið FøroyamálsdeildinAlment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólkNú verður aftur árliga handanin av gávugóðsi úr Grunni Th...
- 27.01.2025Felagsskapurin EUNICoast farin til verkaRektararnir í nýggja europeiska universitetsfelagsskapinu...
- 21.01.2025 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinMannarættindi og heimsspekiligar avbjóðingarViðmerking: Mannarættindi og heimsspekiligar avbjóðingar....