Tiltak um stuðul úr Sjúkrakassagrunninum
Granskingarráðið hevur gjørt frágreiðing og eftirmeting av stuðlinum úr Sjúkrakassagrunninum, sum verður løgd fram í Smæruni hósdagin 6. januar kl. 13
Sjey ár eru liðin, síðani Granskingarráðið fekk fæið hjá Sjúkrakassagrunninum at umsita. Hesi árini hevur Granskingarráðið latið næstan 30 milliónir krónur í stuðli úr Sjúkrakassagrunninum til nógvar kanningar og granskingarverkætlanir á ymiskum heilsuøkjum og í øllum landinum.
Á fundinum í Smæruni fara nøkur teirra, ið hava fingið stuðul úr Sjúkrakassagrunninum, at greiða frá verkætlanum sínum, og síðani verður pallborðskjak um stuðul til at menna heilsuøkið við umboðum fyri Sjúkrakassagrunnin, Mentamálaráðið, Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetrið.
Fundurin verður fyri innbodnum orsakað av koronustøðuni, men hann verður stroymdur, so til ber hjá øllum at fylgja við.
Leinkja til stroymingina er her.
Skrá
Kl. 13.00
Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, bjóðar vælkomin og greiðir frá Sjúkrakassagrunninum
Kl. 13.15
Framløgur (10 minuttir)
Tóra við Keldu, Megd: Kanningarverkætlanir um fyritíðarpensjónistar, bók um rættindi hjá fólki, ið bera brek, og kunningarátak við heitinum Broyt hvussu tú hyggur, og hygg hvussu tú broytist
Marnar Fríðheim Kristiansen, Fróðskaparsetrið og Landssjúkrahúsið: Ph.d.-verkætlan við kortlegging og greining av krabbameinstilburðum í Føroyum
Maria Skaalum Petersen, Deplinin fyri Heilsu- og Almannagransking: Virksemið á Deplinum
Kl. 13.45
Framløgur (5-7 minuttir)
Elin Reinert Planck, Kvinnuhúsfelagið: Royndir frá 25 ára arbeiði
Turid Jacobsen, Ergoterapeutfelagið: Kanningarverkætlanir um hjálpartólatænastur
Anna Sofía Fjallheim, Fróðskaparsetrið: Ph.d. verkætlan um at staðfesta føðitunglyndi
Jacobina Kristiansen, Fróðskaparsetrið og Landssjúkrahúsið: Ph.d. verkætlan um ávirkan av langtíðarvenjing á blóðstorknan hjá sjúklingum við hjartaæðrasjúku
Eina H. Eliasen, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fróðskaparsetrið: Ph.d. verkætlan um heilsustøðuna hjá sjeyti og áttati ára gomlum føroyingum
Kl. 14.30
Steðgur
Kl. 14.45
Pallborðskjak um stuðul til at menna heilsuøkið
Luttakarar:
Jákup N. Olsen, fyrrv. nevndarformaður í Sjúkrakassagrunninum
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Magni Mohr, prorektari fyri gransking á Fróðskaparsetrinum
Jan Rasmussen, formaður í Granskingarnevndini á Landssjúkrahúsinum
Orðstýrari:
Dagmar Joensen-Næs, Granskingarráðið
15.30 Liðugt
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...