Turið Sigurðardóttir
02.11.2011
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Tiltrongdur søguspegil

Brahmadellarnir er fjølbroyttari og brigdaríkari skaldskapur enn fyrru skaldsøgurnar hjá Jóanesi Nielsen.


Jóanes Nielsen: Brahmadellarnir. Skaldsøga
Mentunargrunnur Studentafelagsins 2011.
Perma og vignettir: Rannvá Mortensen. 364  síður.


Fyrsta føroyska skaldsøga, Bábelstornið (1909), er ein søgulig skaldsøga, hon røkkur frá o.u. 1800 og næstan til samtíðina ella gott 1900. Brahmadellarnir fer fram í tíðarskeiðinum  1846- 1995 við stórum gloppum í viðgerðini av 20. øld. Bera vit saman partarnar, sum fara fram í 19. øld í Bábeltorninum og Brahmadellunum, so hava tær lítið í felag. Heilt stutt – og einfaldað - kunnu vit siga, at tann fyrra er sentralperspektivistisk og yvirlitskend, tann seinna er fjølperspektivistisk og brotkend. Eitt, sum skaldsøgurnar hava í felag er, at lýsa ta siðbundnu bóndastættina sum anakronistiska og av tí sama groteska.

Brahmadellarnir er fjølbroyttari og brigdaríkari skaldskapur enn fyrru skaldsøgurnar hjá Jóanesi Nielsen. Bæði í tí, sum viðvíkur stíli, frásøgn og persónslýsingum er størri dýpt í tí nýggja verki enn teimum fyrru skaldsøgunum. Tú merkir høvundin og tú merkir hugburðin, t.d. í frásøgnini um, hvussu ein spíri til arbeiðarasamstøðu verður køvdur við harðari hond úr erva, tá ið arbeiðsmenninir, ið byggja amtmansborgina krevja løn í peningi og at fáa frí á páskum. Men ’boðskapurin’ tekur ikki ræðið, søgan og persónarnir liva sítt egna lív í frítt floymandi frásøgn, sum er borin av frásøguhugi.  
     Hetta er ein søgulig skaldsøga, bygd upp av pørtum, episodum, tað verður lopið stað úr stað, men samstundis hongur bókin saman. Stórt og gott kanningararbeiði liggur aftan fyri hesa spennandi skaldsøguna. Hon fer fram í 19. og 20. øld í Føroyum, nærri tilskilað í Havn og á Tvøroyri. Nógvar av teimum forvitnisligu hendingunum hava fyrimynd í skjalfestum sannsøguligum hendingum, meðan aðrar ikki hava slíka fyrimynd. T.d. verður sagt skemtiliga frá einum bólki, ”sólarmonnum”, bóndum, ið eina ferð um árið fara upp á Skælingsfjall á hestbaki at tilbiðja Sólina.
 

Bygging og stílur
Skaldsøgan er býtt sundur í 5 partar.
- 1. partur fer fram í Havn við einum forleiki í 1994 við grøvina hjá Napoleon Nolsøe á Gamla kirkjugarði í Havn. Síðan verður farið aftur í søguna, til 1846. Meslingarnir herja heima hjá 6 ára gamla Tóvói lítla, sum missir bæði pápa sín o.o.  
- 2. partur fer fram á Tvøroyri. Søgan flytur seg hagar við Napoleon Nolsøe, sum eftir boðum frá Dahlerup amtmanni verður lækni har. Við sær hevur hann Tóvo, sum  er 14 ára gamal og rýmir, tá ið 2. partur endar.
– 3. partur byrjar, tá ið Napoleon Nolsøe doyr (1877) og endar 1883, tá ið Tóvó verður dømdur í 12 ára revsiarbeiði fyri at hava løstað Obram, arbeiðsformann fyri smíðinum av Amtmansborgini í Havn.
– 4. partur byrjar 1988-89.
 – 5. partur byrjar í mars 1993, fevnir um 185 ára føðingardagin hjá Napoleon Nolsøe, og endar við eftirleiki 27. januar 1995, tá ið Eigil gjøgnum telefon frá sakførara sínum fær dóm frá Eystara Landsrætti.

 
Høvuðsvefturin í frásøgnini er ein frameftirstrembandi hendingarøð – samansett av stakhendingum, pallmyndum og lýsingum, ið fylgja hvør aðrari sum perlur á tráð. Men tíðum snýr frásøgnin sær aftureftir og greiðir frá tilgongdini, sum leiddi til tey úrslit, vit longu hava lisið um. Henda frásøgusnildin skapar fjølbroytni og fær lesaran at steðga og hugsa. Eitt dømi um hetta er, tá ið tann dámligi Tóvó (kelinavn fyri Tórálv) , sum er ein av høvuðspersónunum í bókini – og er ein av teimum fáu, ið frásøgumaðurin hevur tokka til – eina náttina bankar uppá hjá Henriettu, einkjuni eftir Napoleon Nolsøe lækna, avsmurdur og knúlvaður, ja meira deyður enn livandi. Hon letur hann koma inn og vaskar og bindur um sár hansara (s. 231-238). Í næsta kapitli verður síðan sagt frá bardaganum, sum Tóvó hevði verið í um náttina. Greitt verður frá hesum bardaganum í einari nágreiniligari og glæsiligari lýsing, helst eisini realistiskari, til hon endar í fantastistikki ella ynskishugsan við, at Tóvó slítur eistuni leys á Obrami.
     Báðar pallmyndirnar – tann við Tóvo og Henriettu tann við bardaganum millum Tóvó og Obram – eru meistaraligar. Í lýsingum av grovum harðskapi og ráum orðaskifti verður her og nógva aðrastaðni í bókini smurt tjúkt uppá til tað ekstrema í stíli, sum vit kenna úr spenningsfilmum og spenningssøgum í samtíðini. Men haraftrat kemur so eisini hittinorðaður, myndaríkur málburður og grefligur humor, sum knappliga og best sum er víkir fyri tí inniliga og kensluríka.

Søgulig skaldsøga
Maurentius Viðstein (1892-1971) eigur eyðkennisorðini, sum Jóanes hevur sett framman fyri skaldsøguna. Tey biðja okkum geva okkum far um søguna hjá okkara gamla Havnar býi og ljóða soleiðis:

Kom út ein vakran vetrarmorgun, einar tríggjar tímar áðrenn tað er ljóst, meðan býurin enn svevur og øll dagsverk liggja still, og gakk hátíðarliga gjøgnum okkara gamla bý – og tú vilt sanna, at minnini tala sítt loyndarmál.
                                                                                                                       Maurentius Viðstein

Um Maurentius er tað at siga, at hann var politiskt virkin longst til vinstru í fakfelagsrørsluni 1930-árunum og var fyrsti blaðstjóri á Føroya Sosialdemokrati frá 1928, men stríð var í rørsluni, og 1932 var hann ikki longur blaðstjóri. Hann fekk ikki arbeiði, varð boykottaður av arbeiðsgevarum, sum stóðu aftan fyri Vinnuflokkin (seinni Fólkaflokkin). Fyri at teppa hann varð hann knýttur at  Dagblaðnum í 1935. Undir seinna heimsbarbaga stjórnaði hann Nýggjum landi, ið var bókmentaligt fylgiblað hjá Dagblaðnum. Tað ber til at lesa eitt sindur um Maurentius Viðstein og fakfelagsrørsluna í Brotum úr Føroya søgu 2010:136-154.
     Granskingararbeiðið hjá høvundinum ger vart við seg, tá ið søgutráðurin viðhvørt verður steðgaður av viðmerkingum um, hvussu hesin ella hasin søgugranskarin hevur tulkað hesar ella hasar hendingarnar. Hetta er óvanligt og kanska ikki neyðugt.
     Søgustaðið í Brahmadellunum er mest í Havn, nakað í Suðuroy – á Tvøroyri - , og tá ið skaldsøgan endar, er høvuðspersonurin Eigil staddur í Hørðalandi, Norra, har hann eigur forfedrar, og har hann leitar eftir upprunanum til tann ræðuliga harðskapin, sum býr í honum. Søgan byrjar og endar í 1994. Á fyrstu síðunum fer Eigil inn gjøgnum portrið í Gamla kirkjugarði í Havn og á grøvina hjá Napoleon Nolsøe, sum henda sama dag hevur 185 ára føðingardag; á seinastu síðunum fara tveir politistar við Eigili út móti kirkjugarðsportrinum. Kirkjugarðsvitjan Eigils er eitt slag av rammu um søguna. Inni í rammuni er skaldsøgan, og tá ið hon byrjar, eru vit beinanvegin stødd mitt í tí tiltiknu meslingasóttini, sum herjaði í 1846, og millum kendar persónar sum Panum, Pløyen og ikki at gloyma Napoleon Nolsøe lækna og konu hansara Henriettu Pløyen. Skjótt trínur Nils Tvibur, jekari á Havnar skansa, av Hørðalandi í Norra, inn í søguna, og har verður hann verandi og fær eftirkomarar, sum eisini eru persónar í søguni, Eigil sum tann síðsti og høvuðspersónur móti endanum á skaldsøguni.
     Leingi er Tóvó, sum vit fylgja frá smádreingi, tann persónur, vit fylgja tættast í hølunum á. Hann er úr Geil í Havn, og langabbi hansara ber sama kelinavn og kallast gamli Tóvó. Hetta er brahmadella-ættin. Tað er ikki heilt greitt, hví hetta eyknevni er íkomið, men við tí fylgir, at hetta fólkið sigst duga meira enn at mata seg.

Frálík skaldsøga, ónýtilig bók
Aftur ein pínslarváttur er komin gjøgnum ta føroysku forlags-flekimaskinuna. Ein og hvør bók sigur minst tvær søgur, og onnur er altíð um bókina sjálva sum almannakunngjørdan prentlut. Henda sigur frá einum teksti, sum er illa hagreiddur á vegnum frá høvundi til lesara. Forlagsarbeiðið er so skikkað, at upplagið átti at verið brent og bókin prentað umaftur. Tað eru ikki stavivillur, sum eru til bága, nei, viðvíkjandi staving er einki at fýlast á, rættlestur viðvíkjandi staving hevur verið óvanliga góður. Men afturfyri er tíverri einki skil á, hvussu orðið ”sín” verður brúkt í einum parti av bókini, har tað tykist, sum onkur í blindum hevur skift ”hansara”, ”hennara” og ”teirra” um við ”sín-” og við tí skapt ruðuleika í tekstinum. Eg skal ikki pína lesaran við nógvum dømum men bara taka tvey:”Tað var Wergeland sum hevði opnað síni eygu fyri Móhammed” (s. 26), og ”Sítt fyrstafødda barn var eitt flórbarn” (s. 280) -. Vei, vei – hvat hava vit gjørt, at vit skulu revsast so?