Tina úr torninum í øllum góðum
Loftsstovan á Føroyamálsdeildini var fullsett, tá ið Tina K. Jakobsen helt sín MA-fyrilestur um ‘Tårnet ved verdens ende’
Tina K. Jakobsen helt MA-fyrilestur um frásagnarviðurskifti í skaldsøguni ‘Tårnet ved verdens ende’ eftir William Heinesen.
Fyrilesturin hevði støði í MA-ritgerð hennara 'Góðvarna barnið verður vaksið frásøgufólk'. Eftir ein ástøðiligan part gav Tina áhoyrarunum eitt gjølligt innlit í tann sjálvreflekterandi Amaldus, alt eftir um talan var um tann yngra Amaldus, ella tann tilkomna ‘eg’-Amaldus, sum umrøðir yngru útgávuna av sær sjálvum í 2. persóni.
Metingarnevndin, Malan Marnersdóttir, Jógvan í Lon Jacobsen og Bergur D. Hansen, metti, at Tina var komin væl frá fyrilestrinum. Bergur D. Hansen, sum hevur verið vegleiðari, bar metingina hjá metingarnevndini fram.
Tað einasta, sum var skrivað við reyðum, var, at Tina kundi havt gjørt tað ástøðiliga lættari at svølgja hjá áhoyrarunum við taka fram dømi fyrr heldur enn seinni í fyrilestrinum.
– Men ivaleyst hevur tú hugsað sum so, at vegleiðarin og hini í metingarnevndini skulu fáa tað, sum tey hava biðið um, helt Bergur fyri.
Niðurstøðan var tó greið: Fyrilesturin leyk til fulnar krøvini, og Tina fekk samstundis heitið MA í føroyskum máli og bókmentum.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...