Títtleikin av demens í Føroyum
Fyri stuttum var vísindalig grein, sum viðger títtleikan av demens í Føroyum, almannakunngjørd.
Endamálið við kanningini var at kanna títtleikan av demens hjá fólki í Føroyum, 60 ár og eldri, í tíðarskeiðinum 2010-2017 og kanna, hvussu nógv fólk árliga hava fingið staðfest demens hetta tíðarskeið.
Úrslitini vísa, at títtleikin av demensi er tann sami ella heldur lægri í Føroyum enn í øðrum evropeiskum londum. Í tíðarskeiðinum 1. januar 2010 til 31. desember 2017 fingu í alt 539 fólk, 60 ár og eldri, staðfest demens. Av hesum vóru 60% kvinnur, og miðalaldurin var uml. 79 ár. Størsti parturin (73%) fekk staðfest Alzheimers sjúku, meðan hini høvdu onnur sløg av demensi. Harumframt fingu 16 fólk, yngri enn 60 ár, staðfest demens í sama tíðarskeiði.
Insidensurin, t.e. árligir nýggir tilburðir frá 2010 til 2017, var 5.1 per 1000 persónar. Prevalensurin, t.e. talið av tilburðum í alt per ár, í árunum 2010 til 2017, var 23 per 1000 persónar fyri fólk ≥60 ár í tíðarskeiðinum 2010-2017. Í mátunum, har hædd verður tikin fyri aldri og kynssamanseting í Føroyum, samanborið við Evropa, tykist títtleikin í Føroyum at vera á sama stigi ella kanska eitt sindur lægri.
Niðurstøðan av kanningin er, at árliga talið av nýggjum tilburðum av demensi er nøkulunda javnt, meðan talið av føroyingum, sum hava fingið staðfest demens, veksur. Mest sannlíka frágreiðingin til hetta er, at vit gerast alsamt eldri og eldri. Tó sær út til, at títtleikin er á leið tað sama ella eitt vet lægri enn í okkara grannalondum.
Í mun til okkara grannalond hava vit í Føroyum ikki áður havt hagtøl fyri, hvussu nógv fólk eru rakt av demensi, og er hetta fyrsta føroyska kanning av sínum slag. Tað er týdningarmikið fyri føroyska heilsuverkið at hava eina meting um, hvussu nógv fólk eru rakt av ymsum sjúkum og/ella lívsstøðum fyri at gera framtíðarætlanir, og hetta er eitt stig á leiðini.
Greinin, sum hevur heitið: “Trend in the Incidence and Prevalence of Dementia in the Faroe Islands”, er almannakunngjørd í altjóða viðurkenda tíðarritinum Journal of Alzheimer’s disease. Maria Skaalum Petersen, lektari, hevur skrivað greinina, og hjá-rithøvundarnir eru: Marjun Restorff, Tórmóður Stórá, Gunhild Waldemar og Sofus Joensen.
Kanningin er gjørd sum eitt samstarv millum Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Demensklinikkina á Landssjúkrahúsinum og Fróðskaparsetur Føroya.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...