
Skriva út
Tøk lestrarpláss í 2019
Til og við 15. august 2019 ber til at søkja inn á tøk lestrarpláss til bachelorútbúgvingar, hjánám og masterútbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya.
Umsóknirnar verða viðgjørdar so hvørt, tær verða móttiknar. Tí er at skunda sær, tí tann, ið fyrst søkir, fær fyrst bjóðað lestrarpláss.
Umsóknarbløð og nærri kunning eru at finna her.
Tøk pláss eru á hesum útbúgvingum:
- B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði
- B.A.í føroyskum - Mál og bókmentir
- B.A. í søgu (Smátjóðir og altjóðagerð)
- B.S.Sc. í samfelagsvísindum (Politikkur og umsiting)
- B.S.Sc. í samfelagsvísindum (Sosialvísindi og samfelagsplanlegging)
- B.Sc. í orkuverkfrøði
- B.Sc. í orkuvísindum
- B.Sc. í orkuvísindum og støddfrøði
- B.Sc. í maskinfrøði
- Hjánám í føroyskum
- Hjánám í støddfrøði
- M.A. í føroyskum
- M.A. í søgu - smátjóðir og altjóðagerð
- M.S.Sc. í politikki og umsiting
- M.S.Sc. í sosialvísindum og samfelagsplanlegging
- M.A. í løgfrøði
- M.S.Sc. í West Nordic Studies
Umsóknir og skjøl, sum t.d. avrit av miðnámsprógvi ella øðrum prógvi, skulu sendast til lestur(at)setur.fo.
- 11.03.2025 Setrið NámsvísindadeildinHans Harryson framfluttur til lektaraHans Harryson er nýggjur lektari á Námsvísindadeildini á...
- 10.03.2025 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinSkrøgg og fakta um útbúgvingar á SetrinumKanska endurtekur søgan seg ikki heilt, men mangan rímar...
- 10.03.2025 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiRáðstevna um persónslagaða viðgerðSteno Miðstøðin og Fróðskaparsetur Føroya skipa fyri ráðs...