Tøk pláss á skeiði í mannarættindum
Pláss eru eftir til stakgreinalestur á nýggja mannarættindaskeiðnum á Fróðskaparsetri Føroya
Á yvirbygnaðinum (Master og Embætisprógvi) í løgfrøði á Søgu- og samfelagsdeildini eru tøk pláss til stakgreinalestur á mannarættindaskeiðnum várhálvuna 2023.
Talan er nýtt 10 ECTS-skeið í mannarættindum, sum verður bjóðað løgfrøðilesandi, men sum eisini er vælegnað hjá fólki við øðrum útbúgvingum, starvsfólki í almennu fyrisitingini ella fólki, sum hava áhuga fyri løgfrøði og politiskum viðurskiftum.
Endamálið við skeiðnum er at lýsa nútíðar mannarættindi í politiskum, søguligum og heimspekiligum ljósi.
Millum evnini, ið verða lýst, eru mannarættindastovnarnir undir ST og undir Europaráðnum (serliga Europeiski mannarættindadómstólurin) og úrskurðarvenja teirra.
Eisini viðgerð skeiðið trupla og týðandi spurningin, hvønn týdning mannarættindi hava í innlendis rættarskipanum.
Skeiðið byrjar 10. februar.
Nærri sæst um skeiðið í skeiðslýsingini her og lesiætlanini her.
Prísurin fyri skeiðið er 6.000 kr.
Tilmelding fer fram við at útfylla umsóknarblaðið, ið fæst her.
Nýggj og endalig freist er mánadagin 30. januar 2023.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...