Tøk pláss á skeiði í venjing sum viðgerð og fyribyrging
Enn eru nøkur tøk pláss til staksskeiðið í kropsligari venjing sum fyribyrging og viðgerð av fólkasjúkum
Tað er Magni Mohr, professari á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, sum hevur ábyrgdina av skeiðinum.
Á skeiðinum verður dentur lagdur á sambandið millum kropsligt óvirkni og sjúku, kropsliga venjing sum fyribyrging og viðgerð av fólkasjúkum, hvussu ymisk sløg av kropsligari venjing ávirka fysiologiskar skipanir og patogenesuna í fólkasjúkum, umframt interventiónsgransking og translationella gransking.
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, bólkauppgávur, framløgur og sjálvlestur. Bæði munnlig og skrivlig afturboðan er á hesum skeiði, og afturboðanin er frá bæði undirvísarum og frá lesandi til lesandi.
Skeiðslýsingin er her.
Skeiðið gongur frá 12/9 - 7/11 og fevnir um 7,5 ETCS.
Sí tíðarætlanina her.
Kostnaður 2500 krónur.
Tilmelding áðrenn middag 8. september her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...