Tøk pláss til diplomskeið í føroyskum
Føroyamálsdeildin bjóðar út diplomskeið í føroyskum. Skeiðið er serliga ætlað teimum, sum í dagligum starvi hava tørv á at orða seg greitt og rætt
Skeiðið byrjar 9. september og endar hálvan desember. Endamálið er at menna evnini hjá skeiðsluttakarunum at brúka málið greitt, rætt og fjøltáttað. Dentur verður lagdur á mállæru og at økja tilvitanina um mál, málburð og ymsar stíllegur í málinum. Undirvíst verður 3 tímar hvørja ferð tveir dagar um vikuna í 12 vikur. Undirvísingin verður styðjað við venjingum, ið hóska til tað, sum gjøgnumgingið verður. Endað verður við skrivligari próvtøku, og latið verður prógv fyri lokið skeið.
Skeiðið er sjálvstøðugt skeið fyri seg og kann ikki góðskrivast sum partur av BA-útbúgvingi í føroyskum. Treyt fyri luttøku er miðnámsskúlaprógv við føroyskum á A-stigi ella samsvarandi. Fólk við royndum í skrivstovuyrki ella øðrum yrki, ið líkist, hava fyrimun.
Umsóknarfreist er 4. september.
Undirvíst verður á Føroyamálsdeildini týsdagar kl. 16.15 til 19.15 og leygardagar kl. 09.15 til 12.15.
Skeiðið telur 7,5 ECTS
Lærari: Lena Reinert.
Kostnaður: 5000 kr.
Skeiðslýsing sæst HER
Umsóknarskjal fæst HER
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...