Toke Meier Carlsen settur sum professari í støddfrøði
18.06.2015
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Toke Meier Carlsen settur sum professari í støddfrøði

Tann 1. juni 2015 fekk Fróðskaparsetur Føroya á fyrsta sinni ein professara í støddfrøði. Talan er um Toke Meier Carlsen, ið kom í starv sum lektari í støddfrøði á Fróðskaparsetri Føroya tann 1. apríl 2015.


Hann er nú settur í starv sum professari, grundað á, at hann av metingarnevnd er mettur at hava førleikar á professarastigi. Toke kemur úr starvi sum professari í støddfrøði við tekniska universitetið NTNU í Tróndheimi, har hann hevur verið í starvi síðani 2008.

Toke fekk prógv sum ph.d. frá universitetinum í Keypmannahavn í 2004. Aftaná lokið ph.d. prógv hevur hann havt post.doc. størv á Institut Mittag-Leffler í Svøríki (2004), NTNU í Noreg (2004-2005) og Westfälische Wilhelms-Universität Münster í Týsklandi (2005-2006). Í 2006-2007 var hann í granskingarstarvi á University of Newcastle og University of Wollongong, New South Wales, Australia. Í tíðarskeiðinum frá januar til juli 2008 var hann adjunktur á Syddansk Universitet til hann í august 2008 varð settur í lektarastarv á NTNU, og í desember 2012 varð settur í starv sum professari á sama stað.

Toke hevur drúgvar royndir við undirvísing á øllum akademiskum stigum - eins og hann hevur royndir sum vegleiðari á ymsum stigum. Hann hevur eisini tikið skeið í vegleiðing og í didaktikki. Harumframt kann t.d. nevnast, at hann var toymisleiðari fyri toymið, sum skuldi nútímansgera skeiðið Matematikk 1 á NTNU við m.a. at nýta nýggja kunningar- og samskiftistøkni í undirvísingini. Harumframt hevði hann høvuðsábyrgdina av skeiðinum, meðan tað koyrdi fyrstu ferð - skeiðið hevur á leið 1600 studentar árliga. Fyri hetta avrik fingu tey ársins undirvísingarprís frá fakultetinum.

Toke hevur eisini drúgvar royndir sum granskari og t.d. við at fyriskipa altjóða ráðstevnur, verkstovur og summarskúlar. Hansara gransking er serliga innan operatoralgebra og dynamisk system, og passar væl saman við gransking, ið longu verður framd á Náttúruvísindadeildini. Operatoralgebra er ein partur av støddfrøðiligari analysu, ið upprunaliga varð grundlagt av m.a. John von Neumann í eini roynd at útvega støddfrøðiligt grundarlag til kvantumekanikk.

Vit ynskja Toke hjartaliga til lukku við starvinum og professaraheitinum, og vit gleða okkum til hansara íkast til at menna undirvísing og gransking á Fróðskaparsetri Føroya.