Tórshavn er universitetsbýur
09.11.2012
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Tórshavn er universitetsbýur

Væl av fólki hevði leitað sær oman á Østrøm í gjárkvøldið, nú evnið til Seturskjakið var “Tórshavn sum universitetsbýur”.


Hesu ferð var tað Søgu- og samfelagsdeildin sum var fyriskipari og Jens Chr. S. Justinussen bjóðaði vælkomin vegna Setrið.

At viðgera evnið vóru fyrst á skránni trý stutt upplegg. Jóan Petur Hentze frá Tórshavnar Kommunu legði fyri um Tórshavn sum universitetsbý, har hann millum annað lýsti støðuna, sum kommunan hevur sett út í kortið í framtíðarætlanini fyri býin. Síðani hevði Gestur Hovgaard frá Søgu- og samfelagsdeildini  eitt boð uppá hvussu Setrið kann brynja seg í mun til tann útbúgvingartørv Føroyar hava innan hægri útbúgvingar (Master). Seinasta uppleggið hevði Ólavur Gregersen frá felagnum Syntesa. Hann vísti á tað neyðuga sambandið, ið eigur at vera ímillum vinnumenningina í landinum og eitt framtíðar universitetsumhvørvi.

Eftir hetta var lívligt kjak millum uppleggshaldarar og áhoyrarar. Elin Winther Poulsen leiddi kjakið, har nógvir spennandi vinklar komu fram. Í høvðusheitum varð semja um, at tað er alneyðugt at Føroyar hava eitt framkomið universitet í einum spennandi og mennandi  universitetsumhvørvi, og at møguleikarnir fyri hesum fyriliggja í Tórshavn.

Á tiltakinum var møguleiki at síggja modellið og tekningarnar, sum  MAP arkitektar hava gjørt við einum boði uppá, hvussu eitt campus á Debesartrøð/Nóatúni í framtíðini kundi sæð út.