Tóta Árnadóttir hildið meistarafyrilestur
10.02.2014
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Tóta Árnadóttir hildið meistarafyrilestur

Fyrilesturin hevði heitið "Fuglamotiv í føroyskum kvæðum - formur, innihald og granskingarsjónarhorn".


Hósdagin 06. februar helt Tóta Árnadóttir sín meistarafyrilestur. Meistarafyrilesturin er síðsti partur av MA-útbúgvingini, og verður hildin eftir at MA-ritgerðin er próvdømd og góðkend. Studenturin fær eina viku at fyrireika sín fyrilestur, sum tekur støði í ritgerðarevninum.

Evnið í MA-ritgerðini var “fuglurin sum mynd í eldri føroyskum kvæðum” og er ein kanning av motivinum “fuglur og kvinna”, sum tað kemur fyri í ymsum sniðum í føroyskum kvæðauppskriftum, samanborið við skyldar europeiskar heimildir.

Í innganginum tekur Tóta støði í vísuni ”Flúgvandi biðil” (CCF 127) og spyr, hvussu hon kann tulkast. Evnið í ritgerðini verður síðan nærri avmarkað til motivini veingjaðir menn, hamskiftir biðlar og fuglar sum boðberar millum kvinnu og umheim. Spurdómurin er at kanna, hvussu hesi motivini koma fyri í nøkrum valdum kvæðum. Tóta setir sær harumframt fyri at hyggja eftir, hvønn sýmbolskan týdning fuglarnir hava í eldri bókmentum og munnligum skaldskapi gjøgnum tíðina og í ymsum høpi og út frá hesum finna eitt støði at tulka fuglamotivini í teimum føroysku dømunum á.

Evnið, ið Tóta fekk til meistarafyrilesturin, var “Fuglamotiv í føroyskum kvæðum – formur, innihald og granskingarsjónarhorn”. Hon helt ein áhugaverdan fyrilestur, har hon stutt segði frá fuglum sum lýrisk motiv og fuglum í allegori, men legði størri dent á fuglar sum episk motiv. Støði var tikið í tveimum høvuðsmotivum. Fuglur sum boðberi og menn á flogi. Sum boðberi kann fuglur bæði tæna kvinnum og monnum og senda boð frá einum til annan. Menn á flogi kunnu koma til sjóndar sum maður í fuglahami, sum flýgur og maður á fuglabaki ella í fuglaklóm.

Ein áhugaverdur og undirhaldandi fyrilestur.

Tótu verður ynskt hjartaliga til lukku við MA-heitinum.

Næstu fyrilestrar eru 21. februar og 27. februar. Tá skulu ávikavist Katrin Reinert og Hanna Absalonsen halda meistarafyrilestur.