Tráin Petursson Nónklett umboð teirra lesandi í stýrinum
19.12.2017
Til lesandi Lestrarskrivstovan Setursskrivstovan
Skriva út

Tráin Petursson Nónklett umboð teirra lesandi í stýrinum

Tá valið av lesandi til stýrið fyri Setrið var av mánakvøldið 18. desember 2017, kl. 22.45, gjørdist greitt, at Tráin Petursson Nónklett var fyrst valdur við 36.2% av atkvøðunum og verður harvið umboð teirra lesandi í stýrinum.


Ingilín D. Strøm er næst vald við 28,6% av atkvøðunum og verður tí varaumboð teirra lesandi í stýrinum.

Valið, har veljarar greiddu sína atkvøðu elektroniskt á eini valskipan, rópt ElectionBuddy, lat upp mánamorgun 11. desember 2017, kl. 9.00, og lat aftur mánakvøldið 18. desember 2017 kl. 22.45.

105 atkvøddu av 946 fulltíðarlesandi á Setrinum, sum hava valrætt — tvs. at vallutøkan var 11%.

Atkvøðubýtið til valið av lesandi til stýrið fyri Setrið 2018 gjørdist hetta:

Tráin Petursson Nónklett

38 atkvøður

(36.2%)

Ingilín D. Strøm

30 atkvøður

(28.6%)

Sólfinn Hansen

19 atkvøður

(18.1%)

Bjørn Emilsson Thomsen

11 atkvøður

(10.5%)

Peter Smedskjaer

7 atkvøður

(6.7%)

Tráin Petursson Nónklett, fyrst valdur og umboð teirra lesandi í stýrinum í 2018

Tráin er 22 ára gamal og lesur søgu á øðrum ári. Hann segði soleiðis áðrenn valið:

- Eg stilli upp við fleiri greiðum málum. Verið eg valdur, ætli eg mær at arbeiða fyri:

  • Skipaðar og greiðar karmar fyri loyniligari talgildari eftirmeting av undirvísing.
  • At Setrið árliga skal gera eina innanhýsis talgilda kanning um sálarliga heilsu og trivnaðin hjá teimum lesandi.
  • Betri kunning til lesandi frá Setrinum. Eisini fari eg í størri mun enn áður at miðla til tey lesandi, hvat Stýrið tekur avgerðir um. Lesandi kunnu eisini venda sær til mín við hugskotum til at betra Setrið.
  • At lesandi kunnu velja fleiri valfak enn møguleiki er fyri í dag, m.a. við fjarlestrarfakum gjøgnum internetið.
  • Alment at arbeiða fyri, at politisku myndugleikarnir í nógv størri mun taka í álvara at raðfesta Setrið. Samstundis fari eg ikki at verja Setrið sum stovn fyri einhvønn prís, men verja áhugamálini hjá teimum lesandi.

Tráin hevur royndir frá nevndararbeiði frá m.ø. Føroyanevndini hjá MFS, Kollegiunevndini, Unga Tjóðveldinum og Amnesty Føroya deild.

Ingilín D. Strøm, næst vald og varaumboð teirra lesandi í stýrinum í 2018

Ingilín lesur B.A. í føroyskum og er 26 ára gomul. Hon segði soleiðis áðrenn valið:

- Eg ynski at vera tann samantvinnandi, ráðgevandi og árvakna røddin fyri tey lesandi í stýrinum fyri Setrið.

Vit, ið dagliga starvast á Setrinum, bæði arbeiðsfólk og lesandi, eru grundarsteinar fyri allan vøkstur á stovninum. Tí er tað umráðandi, at trivnaður, samantvinning av deildunum og vælvild sum heild verður raðfest og stimbrað, so hvørt sum Fróðskaparsetrið veksur, so vit øll fáa ágóðan av vøkstrinum. Mín vón og mítt ynski er, at eg kann brúka mínar royndir at virka fyri hesum.

Tað er eisini alneyðugt, at politisku myndugleikarnir og samfelagið sum heild fáa eyguni upp fyri, hvussu stóran týdning Setrið hevur. Vitan og vøkstur fylgjast at í einum tíðarhóskandi demokratiskum samfelag, og tí má eitt savnað Fróðskaparsetur standa sterkt, ráðgevandi og upplýsandi í almenna kjakinum.

Í síni lestrartíð hevur Ingilín fingist við samskifti millum partar av Setrinum á fleiri pallum, bæði sum studentavegleiðari, í lestrarráðnum á Føroymálsdeildini og í Ráð Teirra Lesandi.
...

Ynskt verður teim valdu til lukku við valinum. Øll, sum stillaðu upp til valið, skulu hava tøkk fyri at bjóða seg fram.