Skriva út

TransAtlantic Climate Conference

Øll vita at Al Gore skal halda fyrilestur á altjóða ráðstevnuni um veðurlagsbroytingar 7-8 apríl í Norðurlandahúsinum, tað er minni kent at fleiri fólk frá Fróðskaparsetur Føroya halda fyrilestur. Ein av teimum er Knud Simonsen lektari í havfrøði.


Knud Simonsen sigur, at enn er ikki fastlagt hvat fyrilesturin fer at snúgva seg um, men boðskapurin verðar greiður, tí sum hann sigur:

“Aðalreglan fyri at koma við í eitt altjóða samstarv er at heimaarbeiði er gjørt áðrenn farið verður heimanífrá. Talan er jú ikki um hjálpararbeiði men samstarv, sum allir partar skulu vinna uppá. Serliga tá talan er um at menna egnan granskingarførleika, soleiðis at vit yvirhøvur kunnu bjóða okkum fram, krevur miðvíst arbeiði yvir longri tíð, men her hevur heimliga fíggingin verið svikalig. Nógv hevur verið tosað um glottar, - vónandi er talan um annað enn hvørvisjónir hesaferð.

Les meira um Knud Simonsen her.

Knud Simonsen heldur fyrilestur týsdagin 8.apríl, á tí fyrsta workshoppinum í norðurlandahúsinum, sum er kl. 9.30-12.00