Skriva út

Travel Scholarships 2018

Nú ber til at søkja um stuðul frá Setrinum til at sleppa til Føroya í lestrarørindum, Travel Scholarships 2018


Talan er um ferða- og uppihaldsískoyti, sum verður latið til útlendsk lesandi. Hesi skulu antin vera virkin lesandi ella partur av granskingætlanum, sum snúgva seg um føroysk viðurskifti. Dømi kunnu vera, at tað eru lesandi undir hægri lestri, Joint Nordic Master lesandi, ph.d.-lesandi, onnur gestalesandi ella luttakarar til føroysku summarskeiðini (Faroese Summer Institute).

Umsóknarfreistin er 1. mai 2018.

Nærri kunning og umsóknarblað er at finna HER